Tað er summar, lýtt, ljóst og lætt at liva

Tvær røður vórðu hildnar á eystanstevnu, sum varð hildin síðsta vikuskiftið. Tað var Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentunarnevnd býráðsins, sum helt setanarrøðuna og Edvard Joensen, sum helt midnáttarrøðuna

Eystanstevna

?Tað er summar. Tað er lýtt. Tað er ljóst. Og tað er lætt at liva?.
Við hesum positivu orðum legði Edvard Joensen fyri, tá ið hann setti hol á midnáttarrøðuna leygarkvøldið. Tað regnaði, men stilt var í veðrinum, so tey mongu, sum komin vóru saman á lýða á, kundu standa turr undir regnskjólum ? og tey vóru mong at síggja um hetta midnáttarleitið.
- Vit gleðast øll um hesa árstíðina, tá ið alt rundan um okkum stendur í besta
blóma. Vit vilja fegin hava hana at verða verandi, og vit halda veitslur og stevnur fyri henni. Júst sum skuldu vit hildið, at við hesum tiltøkum okkara kunnu vit ala ljósið at okkum, so vit ikki missa tað burtur aftur.
Edvard kundi tó ikki giva lyfti um, at ljósið ikki fer at minka aftur, tá ið tað líður út,
og at myrkrið fer at taka við aftur.
- Men vit gera alt fyri at treingja hesa vitsku afturum og royna at finna eitthvørt høvi at beina fyri teimum kreftum, sum vit halda hava skuldina av, at ljósið hvørvur. Ivaleyst er tað einhvør heks onkunstaðni, sum skuldina hevur av hesum.
Hann helt, at skuldu vit funnið hesa heksina, skuldi hon verið send á Bloksbjørg, har hon kundi sloppið í ball hjá Illamanni og øðrum úr sama harkaliði, sum hon sjálv, ið ikki hava betri uppiborið enn at verða futtaðið av á einum báli - um tað mundið, tá ið summarið er fjálgast, og ljósið er mest.


Tyngri at liva

- Men vit vita, at myrkrið fer at koma aftur, og vit fyrireika okkum til tað, hóast vit helst vildu sloppið undan.
Edvard segði, at tá ið myrkt verður aftur, verður tyngri at liva.
- Tá skulu vit leggja heilt aðrar ætlanir, enn tær løttu og skjótu, vit taka hesa tíðina, nú vit bara loypa av durum, tá ið ein sólglotti er og kunnu lata tað, sum heima er, bíða, til vit koma aftur. Tí, tað er framvegis ljóst, og vit kunnu taka tað, tá tað liggur fyri.
Hann vísti á, at vit liva beinleiðis eftir ørindinum hjá Christiani Matras, sum sigur, at -

?Vit gera besta fongin,
tá vit einki vita av,
tá drýpur í várt minni
tað, løtan óvart gav.
So vellur tað umsíðir
sum sevja upp í stráð
og ger várt lív í evstum
ov dýrt at fara frá?

- Vit kenna okkum sum suðurlendingar, nú sólin er dagligur gestur. Vit hava tey vælsignaðu evni at gloyma alt tað myrka, tað váta og tað stormandi, sum vit hava verið ígjøgnum allan vetur. Tað er løtan nú, vit liva í. Vit sanna, at vit gera besta fongin, tá ið vit einki vita av. Tí, tað kemur bara flótandi til okkara soleiðis heilt av sær sjálvum. Alt hetta ljósa og lætta, og gevur okkum vinning, vit einki hava gjørt fyri at fáa.
Edvard segði, at tað er ikki ókent hjá føroyingum at gera besta fongin, tá ið vit einki vita av.
- At fáa av óvart, sum vit kunnu siga við skaldinum.
Røðarin reisti spurningin, hvussu nógvir føroyingar ikki kenna hetta at standa við snøri ella snellu og reyvafíla. Einki at fáa. Tú keðir teg nakað so grúsomt. Og nógvir eru longu farnir niður undir at lúra ella aftur í messuna at fáa sær kaffi. Onkur annar er flogin í telefonina at brúka munn um hetta forbrenda fantilsið. Fiskaloysi. Deyðin í durunum. Steindeytt beinanveg.
- Men tann, sum eftir stendur, hann nabbar onkran soleiðis av og á, og tá ið dagurin er av, er hansara rúgva ikki tann minsta. Hann fær mót til at kasta aftur dagin eftir. Og meira enn so kemur fyri, at søgan endurtekur seg, segði Edvard.


Stívar og stoltar

Og røðarin helt fram at hugleiða:
- Hoyr!

?So vellur tað umsíðir
sum sevja upp í stráð?

- Og stráðið hevur somu vælsignaðu evni sum menniskjan - ella er tað øvut - at tillaga seg teimum umstøðum, vit liva undir.
Edvard vísti á, at grasið hevur tann eginleika, at tá ið harðast leikar á, bognar tað
undan, leggur seg slætt og letur ágangin fara framvið, tá ið tað ikki klárar at standa ímóti.
- Grasið ásannar, nær tað hevur tapt, men reisir seg aftur og byrjar av nýggjum, tá
ið tað ringasta er av. Ja, sjálvt tá ið tað verður sligið, er bara ein løta, so er tað vaksið aftur. Aðrar plantur, sum harðari eru, halda seg kunna standa í móti mestsum øllum. Tær er stívar og stoltar. Lata seg ikki boyggja, men vilja altíð standa ímóti øllum. Tá ið so kortini ovmikið av mótstøðu verður, brotna tær og følna. Og tá gongur long tíð, áðrenn nakað kemur fyri seg aftur. Í ringasta føri koppa tær, so rótin vendir í veðrið ? og tá doyggja tær heilt.


At kunna boyggja
seg, tá neyðugt er

Edvard segði, at tann, sum við skynsemi og samstarvi kann venda sær ymsar vegir, boyggir seg undan ættini, ja enntá tolir at verða skorin av sum grasið; hann fær úrslitini, sum tann stívrendi ikki nær.
- Slíkar eru eisini treytirnar fyri at hava eina stevnu sum hesa. Nógvir partar samstarva og fyri at alt skal ganga sum best, er heilt givið, at tað gongur ikki við høvuðkambum, uttan við grasstráðum, sum klára at boyggja seg, sum neyðugt er fyri at fáa tað samstarv at virka, sum ger, at hendan stevnan er vorðin tað, hon er, segði Edvard.

?Og ger várt liv í evstum
ov dýrt at fara frá?

- Tá er tað, at vit síggja úrslitini, sum vit gleðast um og ikki vilja vera fyri uttan. Hesi úrslitini, sum gera, at vit halda tað nytta nakað at halda fram. At loysa aftur í morgin og enn einaferð stilla okkum við lúnningina at fíla og vita, um ikki onkur er eftir, sum vit kortini ikki fingu í gjár. Ella vit í góðum treysti longu í næstu viku fara undir aftur at hugsa um, hvussu skal næsta stevnan verða, nú hendan eydnaðist so væl?
Edvard Joensen segði eggjandi, at vit hava vónirnar til lívið og vilja liva lívið fult út.
- Vit trúgva upp á, at eisini tann langa, myrka veturin sum kemur, fara vit at megna
at liva hetta lívið, sum er okkum ov dýrt at fara frá.
Og hann endaði við hesum orðum:
- Í hesum andanum fari eg at ynskja øllum somlum eina framhaldandi góða eystanstevnu og takka fyri, at tit lýddu á.



Myndatekstur (set eina av myndunum í gjár í aftur ? og legg lítla mynd av Edvardi omanyvir):

- Vit trúgva upp á, at eisini tann langa, myrka veturin sum kemur, fara vit at megna
at liva hetta lívið, sum er okkum ov dýrt at fara frá, segði Edvard Joensen.