Tað passar ikki at fleiri bilar sleppa undan at rinda bummgjald fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Tað staðfestir Uni Danielsen, stjóri í feløgunum, sum eigur og rekur tunlarnar.
Tað ganga annars nógvar søgur um, at útlendskir bilar koyra ókeypis ígjøgnum tunlarnar, tí teir fara av landinum aftur uttan at rinda, og so er vónleyst at fáa greiði á, hvør eigur bilarnar.
Tað eru eisini søgur um, at bilførarar taka nummarplátuna framman av, ella klistra útyvir hana, tí so sæst ikki, hvør eigur bilin.
Løgreglan tekur eisini av og á bilar við einari nummarplátur og eisini á løgreglustøðini hava tey varhugan av, at tað verður svikað við bummgjaldinum.
Men Uni Danielsen sigur, at tað er ikki rætt, tí í roynd og veru eru tað bara í heilt serstøkum føri, at tað ikki eydnast at fáa bummgjaldið inn.
Hann sigur, at tá ið ein bilur koyrir ígjøgnum tunnilin, verður mynd tikin av nummarspjaldrinum, bæði aftan og framman og myndin fevnir um alla vegbreiddina. Sostatt nyttar einki bara at taka aðra plátuna av, og tað nyttar heldur ikki at koyra í vinstru síðu.
Hann vil ikki afturvísa, at tað kann koma fyri, at tað verður roynt at svika, men í øllum førum er tað heilt ómetaliga sjáldan og talan er ikki um ein trupulleika.
Og stjórin í felagnum sigur, at eini eini 70 prosent av teimum útlendsku bilførarunum, sum koyra ígjøgnum tunlarnar, rinda rokningina, áðrenn teir fara av landinum aftur. Hetta er nógvar ferðir fleiri enn í Noregi, fyri at nevna eitt dømi, tí har eru tað bara eini 10 prosent av útlendsku bilunum, sum rinda, áðrenn teir fara av landinum.
Uni Danielsen veit ikki, hví tað er so stórur munur á, men hann heldur, at ein orsøk kann vera, at í Noregi eru fleiri vegir av landinum við bili, men í Føroyum er tað bara Norrøna, og at útlendskir bileigarar vilja ikki koma sær í ta støðu, at tað verður pikkað upp á rútin, tá ið teir standa og bíða eftir at koyra umborð.
Annars hevur tunlafelagið samstarv við eina fyritøku í London, sum krevur bummgjaldið inn fyri teir útlendsku bilarnar, ið ikki hava goldið, áðrenn teir fóru av landinum. Fyritøkan hevur avtalur við akfarsskráirnar í teimum ymsu londunum, og sostatt ber til altíð til at finna eigaran.
– Tað er bara í onkrum heilt hendinga føri, at tað ikki ber til at fáa bummgjaldið inn og sostatt fáa vit at kalla 100 prosent av bummgjaldinum inn, sigur Uni Danielsen.