Heidi Petersen
----------------
Skal tað eydnast at gera avtaluna í samgonguskjalinum til veruleika og veruliga skapa tjóðarsemju um tilfeingispolitikkin, fiskivinnupolitikkin, krevst politiskur stabilitetur, álit á skipanina og at einstaklingar, feløg og stovnar hava álit á leiðini ætlanin er at ganga.
Tjóðarsemjan, sum skal byggja á yvirordnaða prinsippið um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks, tryggjar at sølur av loyvum og døgum fara fram yvir ein almennan fiskidaga- og loyvisbanka, eina tilfeingisbúð, at rætturin til tilfeingi verður varðveittur á føroyskum hondum, og at føroyska fiskiveiðan fer fram á burðardyggum grundarlag og harvið fær altjóða góðkenning.
Stóra politiska takið verður at skapa álit millum partarnar sum skulu gjøgnumføra tjóðarsemjuna. Tað verður Føroya Løgting sum hevur endaligu avgerðina, men tað verður landsins leiðsla sum skal slóða fyri lyftunum í samgonguskjalinum.
Hvussu hetta arbeiðið verður sett í verk, kemur at hava avgerandi týdning fyri endaliga úrslitið.
Tað krevst eitt opið sinni, eitt óendaligt tol og stór diplomatisk evni at gjøgnumføra hesa verkætlan.
Bert tíðin kemur at vísa um sitandi samgonga megnar hesa uppgávu.









