Týskur sigur í dag

Dagsins kapping í Tour de France endaði sum væntað við einum spurti. Tey flestu høvdu Mark Cavendish úr felagnum HTC Highroad sum favoritt, men á sjálvari málstrikuni mátti hann lúta fyri týskaranum André Greipel úr felagnum Omega Pharma-Lotto. Tað sermrkta í hesum sambandi er, at teir báðir hava verið liðfelagar í fyrst T-Mobile og seinni HTC Highroad í fleiri ár, og tað er alment kent, at teir hava ikki sitið serliga væl um sátt.

 

Hetta var fyrsti sigur hjá André Greipel í Tour de France.

 

Thomas Voeckler er framvegis í teirri gulu føraratroyggjuni, og kappingin í dag broytti ikki støðuna millum favorittarnar.