Týskt verður strikað sum upptøkukrav

- Týskt verður upptøkukrav á hugbreyt, men ikki á búskapar-og fyrireikingarbreyt á miðnámi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur nú lýst eina kunngerð, sum hevur við sær, at tað einans verður á hugbreyt, at týskt verður upptøkukrav á miðnámi.

- Kravið verður galdandi við upptøku frá 2023. Hetta merkir samstundis, at týskt ikki verður upptøkukrav á búskapar-og fyrireikingarbreytini, sigur hann í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum í kvøld.

Í skrivinum verður víst á, at tað var á sumri í 2019, at kunngerð varð lýst, sum ásetti, at týskt skuldi verða upptøkukrav á fleiri gymnasialum breytum.

- Men, eftir at málið er viðgjørt av nýggjum, og ymisku partarnir eru hoyrdir, hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at týskt verður upptøkukrav á hugbreyt, men ikki á búskapar-og fyrireikingarbreyt á miðnámi.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur samstundis ætlanir um at fara undir eina heildarviðgerð av, hvørja støðu fremmandamál skulu hava í okkara skúlaverki sum heild.