Tørvurin á barnaansingarplássum er nøktaður

Høgni Mikkelsen, býráðslimir, Valevni fyri sambandsflokkin til Tórshavnar Kommunu


Til býráðsvalið ár 2000 varð nógv skrivað og tosað um tørvin á barnaansing í Tórshavnar Kommunu. Sjálvur skrivaði eg tá, at nú var nokk tosað ? nú skal arbeiðast!
Ár 2000 (áðrenn síðsta val) var tað ein foreldrabólkur sum tók stig til ein fund í Norðurlandahúsinum, har tosað var um barnaansing, tí tørvurin var so stórur, t.v.s. at bíðilistin var so langur. Í dag kann staðfestast, at væl er arbeitt hesi 4 árini, tí áðrenn hetta valskeið er av, er eingin bíðilstið longur.
Fyri at hesin trupulleikin ikki skal endurtakasta, má Tórshavnar Kommuna framhaldandi byggja nýggjar stovnar. Og hetta vil eg eisini arbeiða fyri, um eg veri afturvaldur.