Har ungdómur hittist og virkar saman, er lív, framburður og skapanarhugur. Sum høvuðsstaður eigur Havnin at taka avbjóðingina á seg at gera Føroyar til útbúgvingarligan og mentanarligan miðdepil í Norðurhøvum. Havnin kann gera hetta, tí Havnin er staðið, sum føroyingar í útlegd vilja flyta heimaftur til, og Havnin er mest altjóðagjørda búsetingin í landinum.
Einasta plássið í Norðurnoregi, sum veksur í dag, er Tromsø. Vøksturin stendst av útbúgvingarmøguleikunum har, sum eisini føroyingar hava fingið væl burturúr. Í Íslandi er Reykjavík nógv tann størsti býurin, men í næststørsta býnum, Akuroyri, ið hýsir 16.000 fólkum, eru ríkir úbúgvingarmøguleikar, og ungdómur streymar hagar at nema sær kunnleika. Sama er at siga um Aberdeen.
Í Århus, sum nógvir føroyingar kenna frá lestrarárunum, blóma mentanin, tónleikurin og eisini ítrótturin, tí nógvur ungdómur í útbúgvingarørindum virkar í býnum. Eisini blómar býarlívið við sínum mongu og serligu kaffistovum og handlum. Har fólk kemur til at útbúgva seg, vinna ikki bara útbúgvingarstovnarnir, men eisini handilslívið og mentanarlívið.
Politikkurin komandi árini má snúgva seg um annað enn ómiðvíst kegl millum persónar. Hann má vera miðvísur og snúgva seg um tað, sum hevur størsta týdningin í einum og hvørjum býi og landi, fólkið. Trivnaðin hjá fólki. Tilboðini til fólk. Og hugin hjá fólki at verða verandi.
Mín varhugi er, at fólk í høvuðsstaðnum troyttast av, at landspolitikkurin ferð eftir ferð tykist kódna í klandursmálum ella tunnilsmálum. Her krevjast størri ætlanir til tess at flyta Havnina og eisini Føroyar framá, og Tórshavnar Kommuna eigur við sínum 20.000 borgarum at hava ein avgerandi leiklut í hesi menning.
Um kjakið snýr seg um altjóða universitet, eigur kommunan at taka orðið. Um kjakið snýr seg um altjóða flogvøll í Føroyum, skal kommunan hava eina støðu. Snýr kjakið seg um útjavning, tunlar í milliardaklassanum beint við egið kommunumark ella altjóða samstarv við grannalond, eigur kommunan at vera virkin.
Havnin kann við góðum ítróttarhallum, fótbóltsvøllum, rennibreyt og svimjihøll eisini seta seg í miðdepilin ítróttarliga. Í býnum kann verða skipað fyri altjóða kappingum fyri ungdóm úr Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki, Skotlandi, Onglandi og øðrum londum við. Ítróttakappingar av ymsum slag kunnu styrkja altjóða sambondini hjá býnum og landinum, eins og tónleikalig átøk kunnu gera tað.
Ein sterkur høvuðsstaður skapar eitt sterkt land. Og Tjóðveldi borgar fyri tryggari leiðslu í Tórshavnar Kommunu.