- Ongantíð áður hava vit gjørt nakað, sum hevur givið so stóra umrøðu, sigur Heri Joensen, forsangari í Týr.
Myndin av Hera Joensen í grindadráp elvdi til, at ein herferð fór í gongd, har fólk ringdu til spælistøð, sum høvdu Týr á skránni og kravdu teir at verða avlýstar. Fimm spælistøð avlýstu konsertina við Týr, men fleiri onnur spælistøð hava ringt og biðji víkingarnir úr Føroyum trína á pall.
- Eg kann siga tað, at vit ongantíð hava gjørt nakað, sum hevur skapt so stóra áhuga. Eg tosi við minst tríggjar altjóða journalistar dagliga, sigur Heri Joensen.
Skrivað verður nógv um grindadráp og um Týr í kjalarvørrinum av avlýsingunum.
Herfyri legði Heri Joensen eitt videobrot á netið, har hann greiddi frá grindadrápi og hví hann tók undir við aldargamla siðinum.
- Tað hevur hjálpt. Fleiri hava skrivað til okkara. Eisini veganarar og vegetarar, sum siga seg taka undir við tí vit gera, tí tað er meira human enn nógv annað, sigur Heri Joensen.
Eisini hevur videobrotið verið við til at tryggja, at aðrar konsertir í konsertferðini hjá Týr í døgunum 10-27 november, ikki vórðu avlýstar.