Í síðstu viku var fyrsta royndin tikin í skúlanum á Skarvanesi í nógv ár.
Eingin hevur tikið prógv í skúlanum, síðan Eyðun Winther hevði lítlu latínroyndina har við nøkrum næmingum einaferð í seinastu øld.
Men, í síðstu viku var skúlin aftur karmur um eina próvroynd.
Hetta vóru næmingar, sum hava gingið til undirvísing hjá Kára Horn, fyrrverandi skipara hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni.
Næmingarnir tóku henda dagin VHF radioprógv, og próvdómari var Kaj Vágfjall, sum starvast hjá Fjarskiftiseftirlitinum.
Næmingarnir, sum fingu prógv, vóru Annfinnur í Soylu, ið fólk kenna sum bakaran á Sandi gjøgnum mong ár, Dávid Phillip Thomsen av Skarvanesi og Vilhelm Petersen úr Húsavík.