Fyrsti dysturin hevur verið í HM-endaspælinum í dag. Í bólki C vann Frakland 1-0 á Avstralia. Fraklendingar vóru eisini stórfavorittar, men teknologiskar avgerðir vóru munurin. Eitt VAR-brotsspark og eitt máltøknu-mál.
Í fyrra hálvleiki hendi ikki so nógv. Fraklandi royndi at leypa á við fleiri av spennandi spælarunum, sum byrjaðu inni. Avstralia stóð væl í verjustøðu og hevði í løtum evnini bjóða fraklendingum av.
Í seinna hálvleiki kom Frakland á odda, tá Antoine Griezmann fór umkoll í brotsteiginum. Dómarin, Andres Cunha úr Uruguay, valdi at brúka VAR, sum er dómarahjálp við video. Eftir at hava sæð støðuna umaftur metti hann, at talan er um brotsspark, sum Antoine Griezmann sjálvur umsetti til mál.
Hóast Antoine Griezmann greitt verður feldur, so eru ymiskar meining um brotssparkið. Millum annað fyrrverandi enski landsliðsspælarin og núverandi sjónvarpsverturin, Gary Lineker, heldur ikki at brotssparkið kann dømast, tá tað er so ivasamt um verjuspælarin hjá Avstralia netur við bóltin.
Avstralia javnaði stutt eftir, tá Samuel Umtiti onkursvegna valdi at hoppa við hondini hægst, tá bólturin kom innfyri. Mile Jedinak javnaði frá 11 metrum. Tíggju minuttir fyri tíð skoraði Paul Pogba avgerandi málið. Bólturin fór í yvirleggjaran og bara nakrar fáar millimetrar røttu megin málstrikuna. Dómarin hugdi á urið, sum við máltøknini kundi staðfesta, at bólturin var innanfyri.
Samanumtikið stóð Frakland ikki so sterkt í myndini, sum favoritt leikluturin boðari frá, men hava vunnið fyrsta dystin. Klokkan 17 spæla hini bæði liðini í bólkinum, sum eru Danmark og Peru.
Bólkur C:
Frakland – Avstralia 2-1 (0-0)
1-0 Antoine Griezmann, 58
1-1 Mile Jedinak, 62 br
2-1 Paul Pogba, 80