- Tíggjutúsundtals fólk eru flýdd undan eldinum

- Tað var ein stórur eldur í 2010 norðuri í landinum, tá 42 fólk lótu lív. Hesin eldurin sigst at vera verri enn tá. Ein persónur er deyður, nøkur eru særd og tíggjutúsundtals fólk eru flýdd undan eldinum, meðan fleiri hús eru brend. Tað eru eldar í ymsastaðni í landinum. Haifa-økið hevur verið mest rakt, men nú eru eisini eldar tætt við Jerúsalem og á støðum í Vestara Áarbakka. Hetta sigst, at vera ringasta eld kreppa í søguni hjá Ísrael.


Tað sigur Súsanna J. Christiansen, ið býr í ísraelska býnum Rehovot, 20 kilometrar sunnanfyri Tel Aviv.
Tað var hósdagin, at eldur kyknaði ymsastaðni í Ísrael, og kravdi teir sítt fyrsta mannalív í dag. Súsanna J. Christiansen greiðir frá, at tólv fólk eru higartil handtikin í samband við skógareldarnar, eftir at miðlar eru farnir at spekulera í, um talan kann vera um yvirgang.


- Skógareldar eru ikki óvanligir her. Serliga við veðrinum síðstu dagarnar, har tað hevur verið sera turt og meiri vindur i vanligt. Tó, teir síðstu tveir dagarnir hevur verið tosað um møguligan yvirgang. Eini 12 fólk eru handtikin undir illgruna fyri møguliga at hava ásett partar av eldunum við politiskum motivum, men enn er einki staðfest.


Súsanna J. Christiansen væntar tó ikki, at skógareldarnir fara at hava nakað politiskt eftirspæl við sær.


- Fólk eru von við skógareldar, og fólk eru von við yvirgang. So eg trúgvi ikki, at hetta kemur at ávirka meir politiskt enn tað vanliga ger, tá man hoyrir um náttúruvanlukkur ella yvirgang. Talan kann vera um partvíst bæði - at eldurin er byrjaður av óvilja gáloysni ella heilt natúrliga, og so at nøkur hava sæð hetta sum ein møguleika fyri at spreiða eldin við politiskum orsøkum.


Á sosialum miðlum eru fólk farin at kjakast um skógareldarnar, og hvør orsøkin er til teir, greiðir Súsanna J. Christiansen frá.


- Reaktiónirnar til hetta eru blandaðar. Onki er prógvað enn, men diskursurin er farin at snúgva seg um, um nú hetta kann vera ein nýggjur háttur fyri yvirgang við hashtagginum #fireintifada ella hinvegin - at fólk eru ov skjót til at síggja hetta sum ein møguleika at skylda palestinum fyri yvirgang uttan endaligt prógv, sigur Súsanna J. Christiansen.