Tíggju milliónir til Føroya fólk

Í sambandi við at Tryggingarfelagið Føroyar í dag fyllir 70 ár, hevur felagið veitt heilsuverkinum ein MR skannara fyri tíggju milliónir krónur. Við eitt hátíðarhald í morgun handaði forstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar, Gunnar í Liða, ein kekk áljóðandi tíggju milliónir krónur til keyp av einum MR skannara.

Tað var Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum, ið tók ímóti kekkinum fyri Axel V. Johannesen, ið er burturstaddur.

Gunnar í Liða sigur, at tað ongantíð var nakar ivi um, at tað var heilsuverkið, ið skuldi fáa gagn av føðingardagsgávuni, og tí settu tey seg í samband við Landssjúkrahúsið fyri at vita, hvar størsti tørvurin lá.

Talan skuldi vera um eitthvørt, sum stórur tørvur var á, men sum samstundis ikki var pláss fyri innan fíggjarkarmarnar. Tað vísti seg ikki at vera nakar ivi um, at ein MR skannari stóð ovast á ynskilistanum, og hóast hann er ógvuliga dýrur, gjørdu vit av at lata pening til hetta endamálið, sigur Gunnar í Liða.

Innan heilsuverkið fegnast tey um stórfingnu gávuna.

Hetta er nakað, sum kemur øllum føroyingum til góða. Nú fáa vit stillað allar diagnosur í Føroyum, og tí verður ikki longur neyðugt at senda sjúklingar av landinum at verða diagnosiseraðir, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri.

Tryggingarfelagið Føroyar fer komandi tríggjar mánaðirnar at hátíðarhalda føðingardagin við ymsum tiltøkum, mentanarligum eins væl og øðrum uttan at Gunnar í Liða tó vil koma nærri inn á, júst hvørji tiltøkini verða.