Systkin at menningartarnaðum á skeiði

Vikuskiftið 7. og 8. februar skipaði felagi Javni fyri áhugaverdum skeiði í Havn fyri systkin at menningartarnaðum millum 12 og 17 ár. Millum luttakararnar var 13 ára gamla Johnvá úr Klaksvík. Sosialurin hevur tosað við hana og spurt, hvat hon fekk burturúr úr skeiðnum

Johnvá Joensen úr Klaksvík er 13 ára gomul. Tá hon hoyrdi um skeiðið, sum Javni skipaði fyri systkjum at menningartarnaðum, teknaði hon seg til.
            Beiggi hennara Sjúrður, sum er 10 ára gamal er menningartarnaður og hevur autismu.
            Johnvá sigur, at skeiðið var gott og at hon lærdi nógv.
-          Fyrsta dagin spældu vit spøl fyri at læra hvønn annan at kenna, og
annan dagin vóðru vit býtt í bólkar, sigur hon.
Tey, sum skipaðu fyri skeiðnum saman við Javna, vóru Jan Willemoes, ið er psykologur og Angela Petersen, ið er pedagogur, og sjálv eigur eina vaksna menningartarnaða systir.
 
Gott av vera saman
 
- Á skeiðnum tosaðu vit um, hvat var tað besta og tað ringasta við at
eiga menningartarnaði systkin, greiðir Johnavá okkum frá.
Hon sigur, at tey eisini fingu at vita, at tey ikki skuldu lata síni systkin
altíð fáa sín vilja.
            - Tað var gott at vera saman við øðrum, sum eru í somu støðu, sum eg, sigur Johnvá.
            Flestu børn, sum eiga menningartarnaði systkin, eru einsamøll við sínum trupulleikum, tí eingin av teirra vinfólkum kennir nakað til, hvussu tað er at eiga ein beiggja ella systir, ið ikki veksur og mennist sum vanligt.
            Men har er Johnvá betur fyri, tí vinkona hennara, Rebecca, eigur eina systir, sum hevur Down Syndrom.
            Tá Johnvá fær gentur á vitjan, sigur hon teimum, hvussu beiggi hennara er, og at hann ger fortreð.
            - Tað mugu tær finna seg í, tí soleiðis er tað bara. Men tað er keðiligt við hvørt, og onkuntíð fara mamma og babba biltúr við honum, so eg kann fáa frið at vera saman við mínum vinkonum, sigur hon.
 
Saknar beiggjan
 
Við hvørt er Sjúrður í Dáanum til umlætting, men tá saknar Johnvá beiggja sín.
-          Eg sakni, at hann er her og ger fortreð, sigur hon og flennir.
Eitt barn sum Sjúrður, fyllir so nógv í lívinum hjá familjuni, at tómrúmið verður so ógvuliga stórt, tá tey ikki eru heima.
Johnavá sigur, at tað er ikki ringt at eiga ein beiggja sum Sjúrð, tí hann er altíð glaður og grætur ongantíð. Men hann blívur við at vera sum eitt lítið barn, og tí má Johnvá liva við, at hann, hóast hann er 10 ár, enn óruddar hennara kamar.
Sjúrður samskiftir ikki sum vanligt við orðum, men at syngja dugir hann væl. Hann syngur klokkureint og dugir orð til bæði sangir og kvæðir.
Herfyri hevði Johnvá kvæði fyri í skúlanum, og tá var Sjúrður tann fyrri at duga orðini.
Tað vóru tær tríggjar, Fía Petersen, Jórun Dánjalssdóttir og Ása Hansen, sum skipaðu fyri skeiðnum. Tær eru í øksinevndini fyri Streymoyðarøkið.
Fía Petersen sigur, at øksinevndin er eitt slag av longdum armi hjá starvsnevndini hjá Javna.
-          Vit eru sera væl nøgdar við skeiðið og halda avgjørt, at hetta var
tiltrongt og gott fyri børnini.
Hetta skeiðið var fyrsta av sínum slag í Føroyum. Onnur skeið, ið hava verið fyri systkjum at menningartarnaðum, hava verið fyri vaksin, og mest snúð seg um tað praktiska, almenna og lógarverkið.