Svenning Reinert til drotningina

Í sambandi at Svenning Reinert, tann 11. mars í ár, hevði arbeitt 40 ár hjá Færøernes Kommando, heiðraði Hændes Majestæt Dronningen hann 2. apríl við "Fortjenestemedaljen i sølv". Siðvenja er at persónar sum fáa hesa medaljuna seinni koma til móttøku hjá drotningini. Í gjár, mánadagin 28. apríl, kl. 10.00 møtti Svenning á Christiansborg Slot til móttøku.