Svartkjafturin líkist aftur sær sjálvum

- Atlantic Navigator í Klaksvík er ikki einasta svartkjaftaskip, sum liggur fyri fiskaloysi. Tað gera øll onnur svartkjaftaskip eisini, tí tey drepa ikki livandi

Svartkjaftur
 
Svartkjaftaskipini drepa ikki livandi.
Atlantic Navigator er ikki einasta svartkjaftaskipið, sum liggur bundið fyri fiskaloysi. Tað gera øll onnur svartkjaftaskip eisini.
Hesar einastu vikurnar hevur púra onki verið at fáa.
Men hetta er ikki óvanligt, sigur Atli Hansen í Norðragøtu, sum er kendur reiðari á nótaskipum.
-Veruleikin er, at hesi seinastu árini hava verið heilt óvanlig við tað, at svartkjaftur hevur verið at fáa alt árið.
- Veruleikin er sostatt at nú er svartkjafturin aftur farin at líkjast sær sjálvum. Tað gamla er, at svartkjaftur er at fáa tað mesta av fyrra hálvári og at onki er at fáa seinna hálvár.
Og tað er hetta mynstrið, sum so spakuliga var farið at hómast fyri einum tveimum árum síðani, men sum var uppaftur týðiligari í fjør og sum hevur sligið heilt ígjøgnum í ár.
Atli Hansen sigur, at hesi seinastu árini hevur verið rættiliga nógv til av svartkjafti og í so máta hava hesi seinastu árini verið heilt óvanlig.
Fiskifrøðingar siga, at tá hevur hann hug at breiða seg og tí hevur eisini nógvur svartjaftur verið at fáa undir Íslandi.
- Men í ár hevur onki verið at fáa undir Íslandi hesa seinastu tíðina heldur.
Atli Hansen metir, at hetta er tekin um, at svartkjafturin aftur er farin at minka.
- Tað sær út til, at vit hava havt ein ella tveir góðar árgangir í fiskiskapinum, men nú eru teir farnir at ganga undan. Samstundis er metingin, at árgangirnir, sum nú er á veg í fiskiskapin eru meiri vánaligir.
Hann sigur, at í ár er føroyska kvotan 525.000 tons. Men tá ið vit hava handlað aftur og fram við kvotum, eru 338.000 eftir, sum føroysk skip kunnu fiska. Ein leyðslig meting sigur, at føroysk skip hava fiskað eini 300.000 tons í ár, so tað er á einari leið.
Hinvegin hava íslendingar eina kvotu upp á 320.000 tons í ár, men so vítt Atli Hansen veit, eru teir ikki nær í námind av tí.
Annars hava hini londini fiska sínar kvotur, so tilsamans er veiðan ikki langt frá tveimum milliónum tonsum aftur í ár.
Hann sigur, at tað gamla er, at fram ímóti ársloki kann nakað vera at fáa aftur, men tað verður ikki fyrrenn eftir nýggjár, í januar ella februar, at tann heilt stóri fiskiskapurin verður aftur og so er svartkjaftur at fáa til seinast á mai.
Og Atli Hansen heldur, at hetta er tað, sum vit skulu læra okkum at liva við í longdini.
Hesa tíðina ongin svartkjaftur hevur verið, hava skipini annars fiskað sild og makrel.