Svínadrongurin í Øravík

Í einar tvær vikur hevur ein dramabólkur, ið er samansettur av 10. flokkunum á Tvøroyri, framført ævintýrið Svínadrongurin. Tey settu lekin upp í Øravík. Hetta gjørdist framførslur við skemti og álvara, spírandi leiklist og góðum sangi, ið gevur góðar vónir um ungar spírar, ið seinni kunnu ríka sjónleikin sunnast á landi

10. flokkarnir á Tvøroyri hava havt ein dramabólk, har sjónleika­hugaðir næmingar í ár hava havt møguleikan at royna seg.
Og síðstu vikurnar hevur dramabólkurin tikið endaliga stigið í einari langari ætlan, nevniliga at seta leikin á pall, ið tey longi hava arbeitt við.
Og tá sagt verður arbeitt, so er tað í orðsins rætta týdningi. Tey hava sjálvi umsett, seymað og tilevnað leiktjøld og annað, ið krevst til leikframførslu. Umframt, at tey sjálvi eisini leika, sjálvandi.
Tað er Súsanna Mortensen, lærari, ið hevur verið leikstjóri. Tá so bert hálvur annar tími er á tímatalvuni um vikuna, so hevur hon nýtt heilt fitt av tíð uttanfyri vanliga skúlatíð til dramabólkin.
Men úrslitið er eisini gott, og ivaleyst er tað vegleiðingin frá Biritu Mohr, sjónleikara, ið hevur sett prikkin yvir iið.
Lætt og gerandisligt
Umframt leik og tónleik, so fingu tey vitjandi í Gistingar­húsinum við Á í Øravík, pizza og sodavatn.
Svínadrongurin er eitt av kendu ævintýrunum hjá H.C. Andersen. Dramabólkurin megnaði tó í síni umseting at sleppa tí hábærsliga, sum so ofta doyvir føroyskar tekstir. Serliga skal dramatekstur ikki hava slíkt uppgjørt fjas, tí teksturin skal á pall og framførast. Tá hjálpir ikki, um leikarin missir fótafestið, tí umsetingin er ov háfloygd.
Men hetta var als ongin vandi í umsetingini hjá dramabólkinum; orðingar so sum; ...forkelaður lortungi, sótu so væl, at ongin fekk ilt, men hinvegin hugsaði neyvan nakar um málsliga búnan, og tá er rætt avstaðfarið.
Og skemt var so avgjørt ein styrki í leikinum, tí tað var undirhald allan vegin. Íspegilin leiddi áskoðaran ígjøgnum leikin um forkelaðu prinsessuna. Og skemt var berandi megin í til tíðir sera væl leikta leikinum.
Keisarin mundi ikki fingið afturhald, tá hann flenti at dronginum, ið dámdi svín. Keisaranum dámdi eisini svín, men bert um hann fekk grønmeti afturvið!
Og rætt er ikki at gloyma fittu grísarnar, ið eru leikarar av yngri dato.
Góður sangur og leikur
Rætt er neyvan at fara at ummæla alt upp ella niður, tá talan er um ungar amatørar. Men sigast kann, at til tíðir gjørdu summir av leikarunum so gott avrik, at tað er at undrast á og fegnast um. Tí um hetta ber boð um meira í komandi tíðum, so eru her spírar, sum veruliga kunnu blíva nakað størri og meira.
Havi hug at nevna prisessuna, ið sang lagið Púra Einsamøll, ið Malan Eyðunsdóttir syngur á fløgu. Hetta var ein sera væl sungin sangur og gav hetta framførsluni eisini eitt lyft uppeftir. Og tað er gleðilgt, tí hetta setti bara eina striku undir leikavrikið. Ikki tí hetta var neyðugt, tí leikurin misti ongantíð flog, so brúk ikki var fyri nakrari eyka bjarging ella ífyllu.
Og tað kendist heldur ikki sum ífylla, tá álvafljóð komu sveimandi á pall til svímaðu prinsessuna, og tónleikurin til The Phantom of The Opera ljómaði aftanfyri.
Heldur var tað sera væl valt at koyra hesar nýmótans sangir, ið annars onki hava við sjálvan leikin at gera, við í leikin um Svínadrongin.
Skal nakað sigast, sum ikki stendur á pluss síðuni, so er tað, at meira kundi verið gjørt fyri at fáa fólk at lætta sær á og fyri at draga áskoðarar. Sjálvandi leita foreldur og vinfólk sær at hyggja. Men størri partur av almenninginum kundi eisini sæð leikin, so væl sum hann var framførdur. Og sjálvur haldi eg tað er sera spell, at t.d. aðrir skúlar ikki fingu tilboð um at vitja í Øravík, tí hetta kundi verið til bæði gleði, gagn og kveiking.
Herjið á aftur, tí hasum komu tit sera væl frá!