So er spurningurin, um tað ber til ella ikki. Sjálvandi ber tað til, sum fleiri tjóðveld-is-fólk halda. Men so er avleiðingin, at liv-i-stig-ið í Føroyum minkar rættiliga nógv. Vit koma niður á skotsk livistig, sum danski forsætismálaráðharrin segði. Og er tað so galið, vil onkur siga. Tað má kosta at seta føtur undir egið borð.
Men eitt er livistøðið. Eitt annað er, um føroyska samfelagið er búgvið at taka á seg allar tær fyrisitingarligu uppgávurnar, sum koma í kjalarvørrinum. Eitt er rætt-ar-skipanin. Eitt annað er allir tær uppgávur, sum danskir stovnar reka fyri føroyingar í dag. Eitt annað er altjóða viðurskifti. Verj-u-spurningurin. Marknaðarviðurskifti o.s.fr.
Bitin at gloypa er ov stórur. Tað má lands-stýrið helst fara at ásanna, nú tað kemur norður aftur á 62. breiddarstig, her kalda lands-synningslotið kann fáa knokkarnar at hugsa meiri skynsamt enn lýggja lotið á Slotsholminum ígjár. Tað er ikki neyðugt at fara eftir øllum í senn, sum ein sam-gong--u-politikkari sigur eftir miseydnaðu sam--ráðingarnar.
Landsstýrið eigur ikki at fara frá, sum Sambandsflokkurin mælir til. Landsstýrið hev-ur fullar rætt at halda fram við sam-ráð--ingunum. Men landsstýrið eigur at á-sanna, at tað hevur ikki meiriluta aftan fyri seg longur. Løgmaður eigur tí at fylgja ráðnum hjá Javnaðarflokkinum og saðla av nýggjum.
Tað er - og eigur sambært ffloksskráunum - at vera meiriluti fyri eini aðrar loysn enn tí víðgongdu fullveldisætlanini. Ein loysn, sum greiðir tær fløkjur, sum nú eru, og sum setir eitt mál fyri, at Føroyar eiga at ger-ast búskaparliga sjálvberandi og at sjálvstýrið økist í stigum. Rómaborg varð ikki bygd eftir einum degi, og tað verða Føroyar sum fullveldisríki heldur ikki. Lat-um okkum ikki steðga á, men latum okkum siga okkum sjálvum, hvat ber til. Og tað eig-ur at bera til, at leggja ein politikk, sum í stigum flytur okkum fram á sjálvstýrisleið.lapp hann sær eisini skilagott av við bóltin.
Umframt hesar báðar, stóðu Pætur og Janus seg eisini rættuliga væl, umframt at Hans spældi seg upp í seinna hálvleiki, eftir at hava verið eitt sindur ivandi fyrstu trý korterini.
Stóðu hesir leikarar seg væl, so var tað hinvegin eitt vónbrot, at nakrir av meira royndu HB leikarunum ikki megnaðu at gera meira um seg. Á miðvøllinum tóktust Rói og Hallur ongantíð at koma veruliga inn í dystin, og serliga var tað í verjupartinum, at teirra partur lá eftir.
Hetta viðførdi eisini, at umstøðurnar hjá Jóhannisi á høgra bakki vóru sera torførar, og serliga í fyrra hálvleiki hevði hann trupulleikar av at plasera seg rætt.
Royndirnar fara at koma
Samanumtikið má sigast, at hóast HB í løtuni liggur á odda í fremstu deildini, so hevur liðið enn ikki tær dygdir, sum skulu til, um liðið skal standa seg nøktandi á altjóða pallinum.
Málini hjá Lombard komu øll meira ella minni av sløsutum verjuspæli, og hetta sleppur man altso ikki væl frá, tá spælt verður á hesum støði.
Talan er tó um eitt sera ungt HB lið, og so við og við koma hesir helst eisini at fáa tær royndir, sum eru so týdningarmiklar í hesum høpi. Hinvegin er tó eisini neyðugt, at teir fáu leikarar, sum hava royndirnar, í nógv størri mun gera sítt til at lyfta liðið.
Komandi leygardag hava teir tó møguleikan at reisa seg, og hóast tað helst ikki er nakar HB?ari, sum væntar ein sigur á útivølli, so eiga teir í størri mun at kunna spæla upp við mótstøðuliðið. So góðir vóru Lombnard nevnliga slettis ikki.
HB-Lombard FC 0-4 (0-3)
0-1: GyklaZsinóiczjy 13.
0-2: Sándor Nagy 20.
0-3: Sandor Nagy 42.
0-4: Vendel Hormyák 52.
Dómaratríbólkur úr Norðurírlandi: John Ferry, John Mc Clenaghan og Michael Mc Lauglin
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rói Árting, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
Lombard FC:
Károly Gelei ? Vernek Hormyák, Geza Meszóly, Jószea Szalma, Attila Virág ? Vojtechkiss, Fabri Zjógoncalves. Gábor Arki, Gykla Zsivóczky ? Sándor Nagy, István Vincze