Sum at renna í einum hitarúmi

Tá A-landsliðið fríggjakvøldið fór inn á vøllin í Luxembourg var B36 leikarin, Christian R. Mouritsen, millum teir ellivu, ið byrjaðu dystin. Tað er fyrstu ferð, at hann byrjar ein A-landsdyst fyri Føroyar

– Tað kom óvæntað á meg, at eg skuldi byrja inni. Eg roknaði bara við, at teir sum plaga at byrja inni skuldu byrja inni, men tað var deiligt at sleppa at royna seg á landsliðnum frá byrjan, sigur Christian R. Mouritsen.

Christian R. Mouritsen byrjaði á miðvøllinum saman við Fróða Benjaminsen og Súna Olsen.

– Eg spældi á álopskenda miðvøllinum og tað er eisini har, mær dámar best at spæla. Tá eg fekk bóltin, skuldi eg fyri tað mesta royna at halda uppá hann og so sjálvandi royna at skapa sum mest. Í verjustøðu var uppgávan hjá mær at leggja teirra verjukenda miðvallara undir trýst, sigur Christian R. Mouritsen um leiklutin, hann hevði í dystinum.

Eftir føroyskum mátistokki, so var tað ógvuliga heitt í veðrinum, meðan dysturin var.

– Tað var sum at renna í einum hitarúmi í fyrra hálvleiki. Hitin hevði stóra ávirkan á spælið hjá okkum og menn vóru øguliga troyttir, sigur Christian R. Mouritsen.

Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar í dystinum og liðini høvdu torført við at skapa nakað.

– Tað er ilt at siga, hví vit skapa so lítið, men bæði liðini stóðu væl á vøllinum og tað var ein javnur dystur. Eg eri sum so ikki nøgdur við at spæla javnt ímóti Luxembourg, men tá vit hugsa um umstøðurnar, serliga nógva hitan, so var tað í lagi at spæla javnt.

Christian R. Mouritsen varð útskiftur tá eitt korter var eftir av dystinum, umframt at hann spældi allan seinna hálvleik í Sundby Idrætspark ímóti 1908 og skoraði føroyska málið.

– Vit hava nú verið saman sum eitt lið í nakrar dagar og nú kenna vit allir hvønn annan betur. Tað er ikki so ofta, at landsliðið kann savnast, so hesin túrurin kom væl við, sigur Christian R. Mouritsen at enda.

Christian skal longu í eldin aftur týskvøldið, tá B36 í seinnu hálvfinaluni vitjar í Streymnesi.