Tað eydnaðist ikki kommununum í Suðuroy at finna semju um, hvussu barnaverndin skal skipast.
Efit nýggju lógin, skal hvør barnavernd fevna um minst 3000 fólk og tað ber í sær, at tað verður bara ein barnavernd í Suðuroy.
Tann broytingin kemur í gildi á nýggjárinum.
Í løtuni eru tvær barnaverndir í Suðuroy. Vágur og Porkeri samstarva um eina og hinar fimm kommunurnar samstarva um eina.
Eitt skifti var ein felags barnavernd í Suðuroy, men samstarvið slitnaði.
Og nú øll oyggin skal skipast í eina barnavernd eydnaðist ikki at finna semju um eina felags barnavernd.
Og á fundi í gjárkvøldið samtykti Vágs Býráð at senda Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum, bóltin, so at hon kann skera ígjøgnum.
Men Vágs Býráð sendi eisini eitt uppskot við, hvussu tey halda, at barnaverndin skal skipast.
Á býráðsfundinum í Vági varð upplýst, at Tvøroyri, Hvalba, Fámjin, Hov og Sumba, sum samstarvsa um eini barnavernd, vilja hava, at Vágur og Porkeri skulu koma upp í tað barnaverndina.
Tað merkir, at tað er borgarstjórin á Tvøroyri, sum verður ovasti myndugleiki á barnaverndini í allari Suðuroy og sum sostatt stjórnar barnaverndini og umsitingini á økinum.
Tað vilja Vágs Kommuna og Porkeris Kommuna ikki góðtaka.
Tær báðar kommunurnar halda, at báðar barnaverndirnar í Suðuroy skulu niðurleggjast og so skal ein nýggj felags barnavernd skipast.
Og Hetta skal vera ein barnavernd, har allar kommunurnar í Suðuroy eru javnbjóðis partar.
Tí skal tað vera eitt stýrið, sum hevur ovasta myndugleikan yvir barnaverndini og ikki ein einstakur borgarstjóri.
Vágs Býráð skjýtur upp fyri Anniku Olsen, at skipa barnaverndirnar í Suðuroy soleiðis, at kommunurnar í Suðuroy skulu velja eitt stýrið fyri barnaverndina og tað skal vera hetta stýrið, sum verður ovasti myndugleikin fyri barnaverndina og ikki ein ávísur borgarstjóri.
Annars hevur Vágs Býráð góðtikið, at sjálv umsitingin verður á Tvøroyri, men tað skal skilnaður vera ímillum barnaverndarumsitingina og býráðsumsitingina á Tvøroyri.