Í komandi verður uppskot um tunnil til Suðuroynna lagt fyri ungdómstingið, ið mannar løgtingið í komandi viku.
Sum einasti skúli uttanfyri Havnina luttekur Vágs Skúli. Og næmingarnir í Vágs Skúla hava gjørt uppskot til samtyktar um tunnil til Suðuroynna, og sum vituligt er, so fylgja viðmerkinnar og grundgevingar við uppskotinum, ið eisini er umtalað í aðrari grein á in.fo fyrr í dag.
Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/news/vilja-hava-undirsjovartunnil-til-suduroyar/
Men umframt viðmerkingar í uppskotinum, so hava næmingarnir í 9.flokki í Vágs skúla hitt Henrik Old, landsstyrismann í samferðslumálum og eru tey tí eisini væl kunnað og til reiðar við viðmerkingum og grundgevingum tá um fíggjarliga partin av ætlanini ræður:
Millum annað fara tey at vísa á, at um 15 ár er Smyril 25 ára gamal, og nýtt skip kemur at kosta einar 700-800 milliónir krónur.
Árliga kostar Smyril umleið 52 millióir at reka, og hann skal harafturat til eftirlit annaðhvørt ár, og kostar hetta á leið 12 milliónir. Árligu útreiðslurnar kunnu sostatt rundast til 58 milliónir.
Í fjør ferðaðust 260.000 fólk við Smyrli, og hann flutti 86.000 bilar um Suðuroyarfjørð.
Í 2024verða eftir ætlan tunnlar til Eysturoynna og Sandoynna lidnir og er tá lagaligt at gera Suðuroyartunnil, og grundgevingar eru m.a. , at tørvur er á honum, útbúnaður er tøkur og væl útbúgvið fólk er tókt til arbeiðið.
Í sjálvum uppskotinum, sum lagt verður fyri ungdómstingið, sæst, at kostnaðarmeting av Suðuroyartunnli er 2.1 milliard, men víst verður á sparingar við íløgum í skip, landið sleppur undan rakstri av skipi, og sleppur somuleiðis undan at rinda fyri olju, starvsfólk og viðlíkahald.
Luttakandi 9 flokkar á ungdómstingi 2016 koma úr Vágs Skúla, Skúlanum á Fløtum, Eysturskúlanum, Hoyvíkarskúla og Nám X í Eysturskúlanum.