Laksur frá alibrúkum í Suðuroy skal virkast á virkjum í oynni.
Tað stendur í uppskoti um nýggja alilóg, sum er send til hoyringar, veit Kringvarpið at siga.
Lógargreinin um Suðuroynna ljóðar soleiðis:
”Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður á virkjum í Suðuroy. Við virking skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um virking í Suðuroy."
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sigur við Kringvarpið, at neyðugt er at gera serlig átøk fyri Suðuroynna, tá ið tað kemur til aling.
Orsøkin er, at Suðuroyggin framvegis er fjarskotin samanborin við aðrar partar av landinm, folkatalið minkar alsamt, og arbeiðsloysið er hægri enn aðrastaðni í landinum.