Suðurkorea sinnað at samskifta við Norðurkorea

Suðurkorea er sinnað at skifta orð við grannalandið Norðurkorea. Tað segði suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-Bak, í sínari nýggjársrøðu. Forsetin segði, at dyrnar fyri samskifti standa framvegis opnar, og at stjórnin í Seul er til reiðar at økja tað búskaparliga samatsrvið landanna millum munandi, um Norðurkorea vísir veruligan vilja til samstarv.

Viðurskiftini millum tey bæði koreonsku londini hava verið vánalig, síðani Norðurkorea sendi rakettir inn yvir eina suðurkoreanska oyggj í november. Fýra fólk doyðu.

Lee Myung-Bak, forseti, hevur verið rættiliga hvassorðaður, tá hann hevur tosað um Norðurkorea, og í nýggjársrøðuni ávaraði hann eisini grannalandið ímóti at halda fram við teirri hernaðarligu kósini. Forsetin segði, at um Norðurkorea ger seg inn á so mikið sum ein tumma av suðurkoreonskum lendi, fer Suðurkorea at svara harðliga aftur.