Styrkur til familjulív í Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við MEA, sum er húsið fyri familjumenning.

Dávur Juul, borgarstjóri og Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, skriva undir samstarvsavtalu. 

Tað var fríggjadagin hin 17. desember, at borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul og Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, skrivaðu undir samstarvsavtalu. 

 

- Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.

 

Neyvari gevur avtalan møguleika fyri at - 

 

* Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP-skeið ókeypis.

 

* Øll foreldrapør í kommununi kunnu tekna seg til KIFF-skeið ókeypis.

 

* Allar familjur í kommununi hava møguleika fyri at fáa fimm tímar ókeypis familjuráðgeving

 

PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement - ella leysliga týtt: Praktiskur reiðskapur til eitt enn betri parlag.

 

KIFF-skeiðið er til foreldur, sum eru farin frá hvørjum øðrum, men sum gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn.

 

- Verður undirtøkan nóg stór, verður miðjað eftir at skipa okkurt skeið í Fuglafirði, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at tey, sum ynskja at gera brúk av avtaluni, kunnu ringja ella skriva beinleiðis til MEA á telefon 224921 ella mea@mea.fo.

 

- Vit fáa hagtøl frá MEA um, hvussu nógv taka av tilboðnum, men kommunan fær ikki at vita, hvør hevur luttikið.

 

Samstarvsavtalan millum Fuglafjarðar kommunu og MEA er galdandi frá 1. Januar 2022 og trý ár fram.

 

Dávur Juul, borgarstjóri og Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, skriva undir samstarvsavtalu.