Stríðsviljin

Tá mest stóð á var tað stríðsviljin hjá VÍF, sum gjørdist avgerandi, helt Nicolina Eyðbjørnsdóttir eftir dystin

Hondbóltstos

Í løtum var talan um rættiliga kontant verjuspæl í steypafinaluni, men hóast hetta, so helt Nicolina Eyðbjørnsdóttir eftir dystin, at talan ikki hevði verið um ein óvanliga harðan dyst.
- Sjálvandi voru tær ógvuliga uppsettar, og ein finaludystur er altíð torførur. Tað gjørdi nokk sítt til, at dysturin í løtum gjørdist heldur rótutur, og til tíðir brendu vit eisini alt ov nógva rmálmøguleikar. Kanska hongur tað eisini saman við, at vit høvdu nýtt so nógvar kreftir í verjupartinum, tí konsentratiónin var ikki nóg góð alla tíðina, helt hon.
Um løtuna, tá Stjørnan hóttti við at eta leiðsluna hjá VÍF upp, segði Nicolina, at hetta sjálvandi ikki kom serliga væl við hjá teimum.
- Vit høvdu tosað um hetta í steðginum, tí vit vistu, at tær fóru at stríðast til tað seinasta. Kanska tóku vit ótilvitað ov lætt upp fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men tíbetur fingu vit so eisini víst, at stríðsviljin hjá okkum eisini er góður, og tað haldi eg varð avgerandi fyri sigrinum, segði Nicolina Eyðbjørnsdóttir at enda.