Stríddist eitt langt lív og seldi seg ríkan

- Vit hava skrivað eitt neyvt testamenti, og í hesum er eisini skrivað, at vit bæði, tá tann tíðin kemur, vilja jarðast í Emmersbæk Kirkjugarði í Hirtshals. Til stuttleikar hava vit sagt, at verður peningur eftir at arva hjá børnum okkara, tá vit eru farin – ja, so er tað ein roknifeilur, sigur nólsoyingurin, Jens Sigmund Jacobsen, brosandi

Umborð

 

Sosialurin hevur leitað sær ein túr til Hirtshals og hevur vitjað inni á gólvinum hjá hjúnunum, Jens Sigmundi og Sigvør Jacobsen, sum bæði eru ættað úr Nólsoy. Mundi, sum Jens Sigmund vanliga verður róptur, byrjaði blaðungur at sigla, og seinastu 32 árini hava hann og konan búð í Hirtshals. Tvey av trimum børnum, Sólfinn og Winnie, búgva eisini í Danmark, meðan elsti sonurin, Jan Kjell, er giftur føroyskari konu og býr í Havn.

- Eg flutti niður at búgva, tá eg fór at føra nótaskipið Strømegg, og árið eftir flutti familjan eisini. Í fyrstani segði kona mín, at hon vildi royna at búgva í Danmark í tvey ár, men tá tvey ár vóru umliðin, helt hon, at hon vildi royna í fimm ár, sigur Mundi, ið fór umborð á Strømegg sum skipari hin 16. oktober í 1976.

Í dag – meira enn 30 ár seinni – búgva hjúnini framvegis í Hirtshals, og nú er eingin ivi í teirra sál um, hvar tey vilja búgva síni pensjónsár.

- Vit hava skrivað eitt neyvt testamenti, og í hesum er eisini skrivað, at vit bæði, tá tann tíðin kemur, vilja jarðast í Emmersbæk Kirkjugarði í Hirtshals. Til stuttleikar hava vit sagt, at verður peningur eftir at arva hjá børnum okkara, tá vit eru farin – ja, so er tað ein roknifeilur, sigur Mundi brosandi.

Árini 1986-2004 átti Mundi saman við øðrum nótaskipið Herdis J. Í byrjanini vóru fleiri, sum áttu í skipinum, men seinnu árini av hesi tíðini, og tá teir í 2004 fingu eitt sera gott tilboð upp á skipið, vóru teir fýra eigarar. Umframt Munda, vóru eigararnir Sólfinn, sonur hansara, bróðirin Grækaris og skopuningurin, Arngrím Zachariassen.

- Tilboðið var so mikið gott, at vit kundu illa lata tað fara aftur við borðinum, sigur Mundi, sum ikki vil siga alment, hvussu nógv teir fingu burtur úr søluni.

Hann sigur, at sjálvt skipið var ikki nógv vert, tó at tað var í góðum standi, men at tað vóru kvoturnar, sum skipið átti, ið høvdu stórt søluvirði.

Vit kunnu tó leystliga rokna okkum til, at rættiliga nógvar miljónir lógu eftir, og at Mundi saman við hinum eigarunum at enda fekk “løn” fyri sítt stríð á havinum gjøgnum so mong ár.

 

“Når du er rig”

Á koppinum, hann situr við, meðan vit práta í hugnaliga heiminum hjá honum og konuni í Hirtshals, stendur, at “det er ikke let at være SLANK, når du er rig..”

- Henda koppin havi eg fingið frá einum av mínum abbabørnum, sigur fryntligi nólsoyingurin og brosar.

Áðrenn Mundi fer at siga okkum frá lívi sínum, spyrja vit hann, hvaðani navnið Mundi stavar.

- Eg hevði ein pápabeiggja, sum doyði undir krígnum. Hann sigldi við farmaskipi, tá teir vórðu bumbaðir. Hesin kallaðist Jens Sigmund og varð róptur Mundi. Eg varð uppkallaður eftir honum og bleiv eisini róptur Mundi, sum er ein stytting av navninum Sigmund.

Hann veit at siga, at í Íslandi er ikki óvanligt, at menn verða róptir Mundi, men tað er so ikki haðani, at navnið stavar.

 

Fór ungur til skips

Sum 14 ára gamal fór Jens Sigmund sín fyrsta túr til skips. Hetta var á sildaveiði við kolfýrda skipinum Lunarbow, sum var keypt úr Onglandi. Tað vóru brøðurnir, Poli og William Smith, sum reiddu skipið út.

- Hetta var í juli mánaða í 1955. Skipari var nólsoyingurin, Vilmund Poulsen. Vit fiskaðu norðanfyri. Byrjaðu við 60 gørnum, men endaðu niðri á 40 gørnum. Haldi meg minnast, at vit fingu einar 1800 tunnur av sild hetta fyrsta árið, eg var við.

Hvørki sum blaðungur, ei heldur seinni í sjólívinum, kendi Mundi nakrantíð til sjóverk.

Eftir sildavertíðina fór Lunarbow til Svøríkis, har ein gomul diesel-maskina varð sett í skipið. Ferðin gjørdist nú størri, men maskinan riggaði ikki so væl. Munurin var, at nú høvdu teir ongan fýrbøtara umborð. Teir gjørdu eisini onkran línutúr í Íslandi, og tá var Vilmund eisini skipari.

- Nú fóru Vilmund sum bestimaður við Varðanum, sum Volfgang Andreassen á Oyrarbakka førdi, og tá bað hann eisini meg koma við, sigur Mundi.

 

Eisini við Stella Argus

Eitt skifti var nólsoyingurin við Stella Argus, og hann var eisini við túrin fyri, at skipið, sum tá var á sildaveiði, gekk burtur við mann og mús í oktober mánaða í 1957.

Hvussu hann kom umborð á Stella Argus, greiðir Mundi soleiðis frá:

- Vit fóru til Havnar við Rituni, og eg skuldi við aftur Varðanum. Men tá kom Clæmint Jacobsen, vanliga róptur lítli Clæmint og sigur, at teimum vantar ein mann við Stella Argus. Eg helt, at hetta ljóðaði so fantastiska gott í mínum oyrum, tí hetta var jú ein stórur trolari.

Mundi sigur, at hann fór nú umborð á Varðan eftir klæðum og koyrdi tey umborð á Stella Argus.

- Eg sá ikki Volfgang, tá eg var umborð eftir klæðunum, og eg føldi meg ikki serliga væl. Eg samlaði klæðini saman og stakk av. Hetta skuldi eg ikki havt gjørt. Tá eg kom umborð á Stella Argus, sá eg, at eg hevði tikið tveir stivlar við, sum báðir vóru upp á sama bein. Annar stivlin var stivlin hjá skiparanum, Volfgang. Tað gloymi eg ongantíð aftur, sigur hann.

Hendan túrin fór Stella Argus í Barentshavnið. Teir vóru burtur í einar 11 vikur og fingu 180 tons í saltfiski.

- Tá vit komu heimaftur úr Barentshavinum, fór skipið á sildaveiði. Mamma hevði søkt á Háskúla fyri meg, so eg fór bara henda eina túrin á sild. Eg fór av Stella Argus um heystið túrin fyri, at skipið gekk burtur, sigur Mundi álvarsamur.

 

Aftur við Varðanum

Tá Búgvin sum nýbygningur kom av Tórshavnar Skipasmiðju, fór Volfgang at føra Búgvan, og tá gjørdist Vilmund Poulsen skipari við Varðanum.

Eftir háskúlatíðina var Mundi aftur umborð á Varðanum, og í Íslandi í 1958 upplivdi manningin eina syrgiliga hending, sum kostaði skiparanum lívið.

- Eg meini, at vit vóru fýra nólsoyingar við Varðanum um hetta mundi. Vilmund, sum var skipari, bróðursonur hansara, Jens Ferdinand Poulsen, Tummas Joensen og eg sjálvur. Á hesum túrinum hendi tað, at Vilmund kom til skaða av eini keðiligari hending og doyði í Íslandi.

Mundi sigur, at tá Vilmund var deyður, fór ein kollfirðingur at føra Varðan.

- Nú fóru vit á sild, og Jens Ferdinand og eg vóru framvegis við skipinum.

Tá sildavertíðin var liðug, setti Mundi seg at skriva eitt bræv til Volfgang, har hann spurdi, um hann kundi sleppa at sigla hjá honum aftur.

- Jú, tað var gamaní, og nú vóru eg og Jens Sigmund aftur við Búgvanum við Volfgang sum skipara. Mær dámdi Volfgang væl, og hann hevur altíð behandlað meg væl, sigur nólsoyingurin í Hirtshals.

 

14 ár við Grími

Í 1959 kemur Grímur Kamban hjá Poul Hansen, og tey fyrstu árini førdi Volfgang Andreassen skipið.

- Eg var við Grími í tilsamans 14 ár. Tíðliga í sekstiárunum, tá eg hevði fingið mína navigatiónsútbúgving, gjørdist eg 2. stýrimaður við Jens Ferdinand Poulsen sum 1. stýrimanni. Tá var Volfgang framvegis á brúnni sum skipari. Seinni gjørdist Brynjálvur Petersen úr Sandavági skipari, og tá Jens fór við Brandi Sigmundarsson, gjørdist eg 1. stýrimaður.

Mundi sigur seg minnast tann eina túrin í Ný Foundlandi, tá teir vóru burtur í einar fimm mánaðir.

- Fiskiskapurin var smáligur í Ný Foundlandi, og heimaftur komnir gjørdu vit ein brosmutúr undir Føroyum, har vit saltaðu og flaktu umborð.

Í 1965 leggur Grímur Kamban um til kraftblokk og fer at fiska við nót, og tá er Brynjálvur Petersen framvegis skipari.

- Sum tíðin leið, fór eg at loysa Brynjálv av sum skipara, og eg haldi, at eg fyrstu ferð var á brúnni sum skipari á Grími Kamban í 1966. Tá Brynjálvur seinni fór umborð á Gullfinn at hjálpa teimum í gongd við nótaveiði, gjørdist eg skipari á Grími.

- Tíðliga í sjeytiárunum varð skipið selt til Hirtshals, og eg førdi Grím í umleið eitt ár, meðan skipið var heimahoyrandi í Hirtshals.

 

Til Svøríkis á nótaveiði

Mundi varð nú biðin við einum nýggjum svenskum nótabáti, sum kallaðist Sette Mari, og her loysti hann eisini av sum skipari. Men tíðin umborð á Sette Mari gjørdist stutt.

- Nú bleiv eg biðin við einum øðrum svenskum nótabáti sum kallaðist Stella Nova, og her var eg í einar níggju mánaðir.

Eftir hetta kom Mundi heimaftur til Føroya at sigla.

- Nú varð eg biðin við Skálafossi, sum skálamenn áttu, og her loysti eg skiparan, Ernst Mikkelsen, av í nakrar mánaðir.

Enn búði familjan heima í Føroyum, men meðan Mundi var við Skálafossi, ringdi Skagerak Fiskeeksport og søgdu, at teimum vantaði skipara til nótabátin, Strømegg.

- Eg fór at føra Strømegg hin 16. oktober í 1976, og eg var við skipinum í sløk 10 ár.

Tað var um hetta mundi, at nólsoyingurin flutti niður til Hirtshals at búgva, og um summarið 1977 flutti so øll familjan til Danmarkar.

- Í fyrstani segði kona mín, at hon vildi royna at búgva í Danmark í tvey ár, men tá tvey ár vóru umliðin, helt hon, at hon vildi royna í fimm ár, sigur Mundi, meðan konan, Sigvør, situr hinumegin borðið í hugnaliga køki teirra.

 

Keyptu Herdis J

Í 1986 tóku Jens Sigmund Jacobsen og aðrir stig til at keypa sítt egna skip, sum fekk navn eftir mammu hansara, Herdis.

- Í byrjanini vóru vit fleiri, sum vóru saman um skipið, og allir vóru føroyingar. Vit keyptu skipið lutfalsliga dýrt, og mangan stóð á gomlum nøglum. Men tey seinnu árini gekk heilt væl.

Sum tíðin leið, vóru teir bar fýra, sum áttu í skipinum, Sólfinn, sonur Munda, bróðirin Grækaris og skopuningurin, Arngrím Zachariassen.

Partarnir hjá hesum fýra vóru ávikavist 44%, 22%, 22% og 12%.

- Í 2004 fingu vit eitt sera gott boð upp á skipið. Vit kundu fingið uppaftur meira, um vit seldu skipið úr býnum, men vit valdu heldur at selja fyri nakrar miljónir krónur minni og varðveita kvoturnar í økinum.

Mundi vil ikki siga ítøkiliga, hvussu stór søluupphæddin var, men vit skilja, at teir fingu einar 95 miljónir krónur fyri Herdis J.

- Eg tosaði við hinar eigararnar, og vit vóru samdir um, at antin máttu vit selja, nú boðið var so gott – ella máttu vit gera nýggjar iløgur. Vit seldu skipið við teirri treyt, at hinir eigararnir – undantikið eg sjálvur – kundu sigla hjá teimum báðum feløgunum, sum keyptu skipið, í tvey ár.

 

Njóta sítt otium

Tað er eingin loyna, at Jens Sigmund og hinir tríggir, sum áttu í Herdis J, fingu nógvan pening burtur úr søluni.

- Nú eg eri 68 ára gamalur, sigli eg ikki meira, men nú kunnu eg og konan hugna okkum saman við familju, vinum og kenningum. Vit hava keypt okkum íbúð í Costa del Sol í Spaniu, og har eru vit, tá høvið býðst. Vit hava eisini keypt okkum ein stuttleikabát, og her heima í Hirtshals hava vit altíð okkurt at takast við. So, vit keða okkum avgjørt ikki, sigur Jens Sigmund Jacobsen, sum eisini hevur gjørt íløgur í aðrar fastognir eftir søluna av Herdis J.