Stoypa næmingaheimið til Ítróttaháskúlan

Fyrr í ár, tann 17. apríl, varð spakin settur í til nýtt næmingaheim til næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.Næmingaheimið verður bygt við Sandin í Vági.

Nú er komið so væl á leið, at veggirnir verða stoyptir, og bygningurin  byrjar at reisa seg í landslagnum.

Ítróttaháskúlanum byrjaði í august 2016, tá 17 næmingar byrjaðu á Ítróttaháskúla í Vági.

Vágs Kommuna upplýsir á síni heimasíðu, at síðan á vári 2017 hevur verið arbeitt miðvíst við ætlan um næmingbústað til Ítróttaháskúlan. Á sumri 2017 gjørdist Bústaðir partur av ætlanini og saman við Bústaðir er ætlanin ment, soleiðis at tað nú er klárt at fara undir sjálva byggingina av næmingabústaðinum til Ítróttaháskúlan. Tað eru Kontrast arkitektar, sum hava teknað bygningin. Bústaðir letur byggja næmingabústaðin, og byggifyritøkan Norcon skal byggja næmingabústaðin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy vesturi við Parkina á Sandinum í Vági.

##med2##