Stoltenberg: Rættarliga plássið hjá Ukraina er í Nato

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er fyri fyrstu ferð síðan russisku innrásina á vitjan í Ukraina.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er komin til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv. Hann hevur ikki verið í Kyiv, eftir at Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør.

 

Vitjanin varð ikki fráboðað frammanundan.

 

Almenningurin fekk at vita um vitjanina, tá eitt tíðindafólk hjá blaðnum, Kyiv Independent, avmyndaði Nato-aðalskrivaran undir einari heiðursløtu fyri falnum ukrainskum hermonnum.

 

- Rættarliga plássið hjá Ukraina er í Nato. Vit standa saman við Ukraina í dag og í morgin, segði Jens Stoltenberg á einum tíðindafundi í høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, var eisini hjástaddur undir tíðindafundinum, og her segði hann, at Nato-toppfundurin í Vilnius í juli kann gerast søguligur.

 

Nato-aðalskrivarin vissaði um, at Nato-limaskapur og trygdarváttanir til Ukraina fara at standa frammarlaga á listanum á toppfundinum.

 

Ukrainski forsetin segði, at landið ein dag verður ein partur av Nato, og hann helt onga orsøk vera til ikki at bjóða Ukraina í Nato.