Størri vandi norðanfyri enn í Suðuroynni

Tunlarnir Norður um Fjall skuldi verið gjørdir áðrenn Hvalbiartunnilin, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki

Skulu vit hugsa um trygdina, áttu tunlarnir Norður um Fjall at verið gjørdir áðrenn ein nýggjur Hvalbiartunnil.

 

Tað fortaldi Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, á fundi um tunlarnar Norður um Fjall. Hann vísti á, at tað koyra einir 700 bilar ígjøgnum Hvalbiartunnilin um dagin og tunnilin er 1500 metrar langur.

 

Hinvegin koyra 1100 bilar ígjøgnum tunlarnar Norður um Fjall og teir tunlarnir eru tilsamans einar 3800 metrar langir, har Árnafjarðartunnilin er slakar 1700 metrar langur og Hvannasundstunnilin er góðar 2100 metrar langur.

 

- Sostatt er størri vandi fyri óhappum í tunlunum Norður um Fjall, enn tað eru í Hvalbiartunlinum, tí har koyra fleiri bilar ígjøgnum tveir tunlar, sum eru nógv longri, sigur Ewald Kjølbro.

 

- Skulu vit hugsa um trygdina, skuldu tunlarnir Norður um Fjall sostatt verðið gjørdir fyrst, leggur hann afturat.

 

 

Hann vísti eisini á, at eitt projekt til nýggjar tunlar Norðum um Fjall, er klárt.

 

Talan er um tunlar sum eru líka breiðir og víðir sum Norðskálatunnilin, og teir kosta einar 300 milliónir krónur, sigur stjórin í Landsverki. Og verður arbeiðið bjóðað út nú, kunnu teir verða lidnir um eini tvey, ella trý ár, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at ein onnur loysn er at víðka verandi tunlar, so at teir verða líka breiðir og víðir sum Norðskálatunnilin.

 

- Tað ber til at arbeiða frá øllum fýra endunum ísenn fyri at fáa tað at ganga skjótt, sigur Ewald Kjølbro.

 

Verður tað gjørt, kann tað taka átta, níggju mánaðir, at gera arbeiðið. Hinvegin er tað óvist, hvat tað kostar, men tað verður helst bíligari enn at gera nýggjar tunlar.

 

- Í øllum førum er tað nógv skjótari at víðka tunnilin enn at gera nýggjar tunlar, sigur Ewald Kjølbro.

 

Hann sigur, at verður tann loysnin vald, hugsar hann sær, at tunlarnir verða opnir tveir ella tríggjar ferðir um samdøgurið, tveir ella tríggjar tímar hvørja ferð, eina ferð um morgunin, einaferð seinnapartin og eina ferð seint um kvøldið, og annars verður tað so arbeitt, teir tímarnir, eftir eru í samdøgurinum.

 

Hinvegin sigur hann, at projektið til Hvalbiartunnilin er ikki gjørt enn.

 

- Tað eru heldur ongir pengar játtaðir til at projektera Hvalbiartunnilin fyri, men tað hevur ongan skund, tí farast skal ikki undir hann fyrrenn í 2018. Men tað tekur hálvtannað ár at gera projektið, sigur Ewald Kjølbro.