Stjørnuáleypari tímir ikki Aston Villa

Aston Villa hevur í kvøld váttað, at toppskjúttin í felagnum, Christian Benteke, hevur latið inn eina umbøn, eitt sokalla “transfer request”, um at blíva seldur.

 

Aston Villa, sum fyri kortum keypti danskarnar Jores Okore og Nicklas Helenius, hevur av øllum alvi roynt at hildið fast í stjørnuskotinum úr Belgia, men nú gongur ikki longur. Hóast Aston Villa so seint sum fyri einum ári síðan keypti Christian Benteke úr Genk í Belgia, so vil áleyparin nú til eitt størri felag.

 

Aston Villa hevur annars roynt at bjóða 22 ára gamla framherjanum ein nýggjan sáttmála og tvífalda lønina. Bretskir miðlar skriva, at Chelsea og serliga Tottenham eru áhugaði at keypa framherjan. Prísurin verður helst yvir 200 milliónir krónur. Aston Villa keypti hann fyri áleið 70 milliónir krónur.

 

Tað vakti eisini stóran ans í Onglandi, at Paul Lambert valdi at seta Darren Bent á bonkin alt farna kappingarár fyri unga stjørnuskotið úr Belgia. Men við 23 málum í 39 dystum vísti Christian Benteke hvørjar dygdir hann hevur frammanfyri málinum.