Stjørnan-Kyndil 19-34: Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr toppskjúttan hjá Kyndli, Mariannu G. Eystberg og venjaran hjá Stjørnuni, Per Klarup seta orð á dystin

Kyndilskvinnur hava meir enn annað beinið í finaluni í Faxe Kondi steypakappingini aftaná stórsigur 34-19 ímóti Stjørnuni í KÍ-høllini í Klaksvík í kvøld. Longu í steðginum var Kyndil á odda 18-9.

 

Toppskjútti hjá Stjørnuni var Mina Sirdal við seks málum. Sonja Sirdal skoraði fýra mál fyri Stjørnuna. Tíverri fyri Stjørnuna fekk Mina Sirdal tað reyða kortið fyri eina harða takling, tí Mina var sambært frásøgumanninum hjá FM1, Sjúrði H. Hoydal besti leikarin hjá Stjørnuni í kvøld.

 

Toppskjútti hjá Kyndli var Marianna G. Eystberg við 11 málum. Bára K. Hansen skoraði sjey mál fyri Kyndil.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Mariannu G. Eystberg sum undirstrikar, at tær í Kyndli kanna sær ikki bitan hóast stóra sigurin á Stjørnuni í kvøld.


2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Stjørnuni Per Klarup, ið fram til dystin í kvøld hevur kunnið verið fegin um eina góða kapping hjá Stjørnuni í bólkaspælinum. Per Klarup undirstrikar, at Stjørnan ætlar at fara til seinnu hálvfinaluna við einum jaligum hugburði fyri at fáa eitt gott úrslit í seinnu hálvfinaluni.