Stjórin: Taka neyðugu fyrilitini

Magni V. Mouritsen, stjóri í Mouritsens Bussar, harmast um hendingina, har ein eldri kvinna varð drigin nakrar metrar eftir einum bussi, og sigur, at teir taka neyðugu fyrilitini

Beint eftir hendingina, har ein eldri kvinna varð drigin nakrar metrar eftir vegnum, við øðrum beininum innanfyri hurðina í bussinum, fingu Mouritsens Bussar boð um hendingina, og fóru alt við eitt undir at kanna tilburðin út í æsir.

Magni V. Mouritsen, ið er stjóri í Mouritsens Bussar, greiðir frá, at teir eftir at hava tosað við allar partar í málinum, nú fara at taka neyðugu stigini til tess at fyribyrgja, at slíkt hendur aftur.

- Tað er ótrúliga óheppið, tá slíkt hendur, og vit eru ótrúliga harmir um hendingina. Tí taka vit neyðugu fyrilitini, soleiðs at vit framyvir eisini kunnu veita eina góða og trygga tænastu yvirfyri borgarunum og kommununi, sigur Magni V. Mouritsen, stjóri í Mouritsens Bussar.


Óvist við hurðalásinum

Bussførarin, ið førdi býbussin, greiðir í telduposti til undirritaða frá, at bussurin als ikki kann koyra, uttan at allar dyrnar eru latnar aftur á fullgóðan hátt. Men hetta tykist enn vera óvist.

Magni V. Mouritsen greiðir frá, at tað eru ikki allir bussarnir, ið hava hetta hurðalásið, og at tað møguliga ikki er sligið til í nøkrum av bussunum. Hann fær tó hvørki váttað ella avsannað, hvørt hurðalásið var sligið til í bussinum, ið eftir øllum at døma dró eina eldri kvinnu nakrar metrar eftir vegnum, men velur at taka støði í frágreiðingunum frá øllum íblandaðum pørtum í hendingini.