Standmyndin av Kjølbro:Avdúkast eina viku áðrenn Norðoyastevnu

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík sigur, at tey hava valt ikki at avdúka standmyndina á Norðoyastevnu, tí tá er so nógv annað á skránni. Ætlanin er, at hon skal verða avdúkað sunnudagin 26. mei

Klaksvík:
- Eitt tílíkt hátíðarhald, sum avdúkingin av standmyndini er, skal tað verða meiri friður yvir enn tað er, eitt nú á Norðoyastevnu, sigur Steinbjørn, sum samstundis vísir á, at so fáa allir Norðoystevnugestirnir eisini høvi at síggja standmyndina.
Hann sigur, at dagurin er settur og at gongur arbeiðið, sum tað ger nú, so heldur tíðarætlanin. Standmyndin skal standa á økinum við Klaksvíkar Bókasavn og Norðoya Heimavirki. Økið verður nú fríðkað. Fundamentið undir standmyndini verður nú gjørt og flisar skulu leggjast fram við Bókasavninum og Heimavirkinum. Og so skulu blómukassar og benkur eisini setast upp á økinum.
- Vit hava valt at gera tað soleiðis, tí so verður tað einkult, men vakurt, greiðir Steinbjørn Jacobsen frá.
Men hann sigur eisini, at verkfallið órógvar eitt sindur kortini. Tilfarið skal fáast til vega og tað kann vera eitt sindur trupult nú, meðan verkfallið er.
- Alt verður so óvist av hesum verkfallinum, sigur Steinbjørn.
Í sambandi við avdúkingina av standmyndini av Kjølbro eru avvarandi hjá honum boðin til hátíðarhaldið.
Steinbjørn er tó skjótur at siga, at tiltakið er alment.
Tvær systrar hjá Kjølbro, sum búgva uttanlanda koma heim. Ein triðja systir hjá Kjølbro er búsitandi í Havn.
Standmyndin av Kjølbro er tann fyrsta av sínum slag nakrantíð, sum verður avdúkað í Klaksvík.