Stórur áhugi fyri oljuráðstevnu

Tað sýnist sum um at tað var ein røtt avgerð, tá Jarðfrøðissavnið gjørdi av at seta fokus á Føroyaøkið við at skipa fyri eini ráðstevnu um eitt nú basalt og sjálvan landgrunnin kring Føroyar.

Oljuráðstevna


Ráðstevnan, sum verður hildin í Norðurlandahúsiknum 4. og 5. mai hevur longu vakt stóran ans í fleiri øðrum londum og serfrøðingar í jarðfrøði, jarðalisfrøði og á øðrum økjum og oljufólk og fólk innan umsiting hava longu boðað frá luttøku. Súsanna Sørensen, kunningarleiðari á Oljufyrisitingini sigur, at tey hava roynt at marknaðarføra ráðstevnuna so væl til ber og hava havt lýsingar í fleiri útlenskum bløðum. ?Her verður sjálvandi tosað um basalt og aðrar oljurelateraðar spurningar, men í høvuðsheitum er ráðstevnan ein liður í at marknaðarføra føroyaøkið fyri oljufeløgunum, nú ein 2. runda stendur fyri framman. Vónirnar eru, at eini 150 fólk koma til ráðstevnuna, sum verður tann fyrsta av sínum slag í Føroyum og eisini tann fyrsta í heila tikið, har ljóskastarin í so stóran mun verður settur á basaltspurningar.

Millum fólkini, sum skulu hava fyrilestur eru fleiri kend nøvn, eitt nú Judith Neish, sum hevur arbeitt fyri føroyskar myndugleikar. Har eru so fleiri av teimum frægastu jarðfrøðingunum og jarðalifrøðingunum hjá kendum og stórum oljufeløgum umframt stovnum, sum arbeiða innan oljumál. Eisini fleiri føroyingar fara at greiða frá, eitt nú Ragnar Poulsen, sum er útbúgvin jarðfrøðingur og arbeiðir hjá Statoil. Har eru so eisini Heri Ziska og Claus Andersen, sum báðir arbeiða hjá Jarðfrøðissavninum. Teir fara at tosa um leitimøguleikar á føroyska landgrunninum.