Smyril
Virki og stovnar í Føroyum hava nú fingið ein nýggjan møguleika at samantvinna arbeiðið og sosiala samveru.
Tað hava tey fingið við tað, at nýggi Smyril er komin til landið.
Umborð á Smyril eru frálíkar møguleikar at halda fundir og ráðstevnur og ReginVágadal, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at hetta er ein møguleiki, sum nógv virki og nógvir stovnar hava fingið eyga á.
Hølini umborð eru rættiliga nógv umbiðin til fundir og ráðstevnur umborð, sigur hann.
Hann sigur, at talan er bæði um privat virki og almennar stovnar.
Aðrastaðni í blaðnum í dag, ber soleiðis til at lesa, at Gøtu Bygdaráð hevur hildið arbeiðsfund umborð á Smyrli og allar kommunurnar í Suðuroy høvdu eisini fund umborð á Smyrli longu tann fyrsta túrin, hann sigldi.
Fleiri møguleikar
ReginVágadal sigur, at umborð er eitt vælútgjørt fundarhøli til 14 fólk við video-kanón, talvu og stikkum til alnetið.
Samstundis eru eini buffet-høli við plássi til 56 fólk til taks.
Sostatt eru tað mong, sum brúka hetta høvi til at halda fundir, samstundis sum tey kunnu bíleggja mat umborð.
Ein slíkur arbeiðsfundur ella ein ráðstevna umborð á Smyrli, kann so samantvinnast við eini útferð í Suðuroy og regin Váfgadal sigur, at hetta er ein møguleiki, sum fleiri taka av.
Hinvegin sigur Andrass Jensen, ferðafólkaleiðari hjá Strandferðsluni, at enn hevur Strandferðslan ikki kunna staðfest nakað ferðslulop eftir at nýggi Smyril er farin í sigling.
Ferðafólkataliðer ikki økt, sigur hann.
Hann heldur kortini, at tað er árstíðin sum ger tað og at ferðafólkastreymurin ímillum Suðuroy og Havnina fer at økjast ímóti sumri