Stóru skipini hjá Thor eru í føroyskum sjógvi

i- At hesi skip sleppa at fiska makrel, hongur saman við, at feløg, sum eiga ísfiskaskip og ætla sær at royna eftir makreli, hava gjørt avtalu við Thor um samstarv, sigur Jacob Vestergaard

Makrelur

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur í lesarabrøvum fýlst á, at sitandi landsstýrismaður, Jacob Vestergaard, hevur tillutað 3.250 tons av makreli í føroyskum sjógvi til ”aðrar”, sum hesin bólkurin verður róptur.
Bjørn Kalsø heldur tað vera óneyðugt at taka meiri stál inn í flotan, sum hann tekur til, og hann vísir á, at tá slík fiskiloyvi fyrst eru givin, er trupult at taka tey aftur.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin heldur, at Jacob Vestergaard soleiðis gevur óneyðug fiskiloyvi eftir makreli.
Bjørn Kalsø sigur, at fiskiskapurin eftir makreli og sølan av veiðini hava gingið væl hjá uppisjóvarskipunum, hóast órímiligt trýst úr ES og Noregi við landingarforðingum og havnarstongsli.
Hann sigur, at fiskiskapurin er so mikið góður, at kvoturnar hjá uppisjóvarskipunum skjótt verða uppfiskaðar, um fiskiskapurin heldur sær.
- Gudarnir munnu vita, hvør orsøkin er til gávumildni hjá landsstýrismanninum. Eftir øllum sólarmerkjum at døma megna føroysku uppisjóvarskipini at fiska sínar kvotur og reiðiliga tað, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.

Samstarv
Jacob Vestergaard sigur í samrøðu við Sosialin í morgun, at hann hevur tillutað 3.250 tons av tilsamans 85.000 tonsum til ”aðrar”, sum hann rópar hendan bólkin.
Hann ásannar, at tað í fyrsta lagi verða skipini hjá Thor í Hósvík, Athena og Poseidon, sum sleppa at fiska hesi tonsini.
- At hesi skip sleppa at fiska hesi tonsini, hongur saman við, at feløg, sum eiga ísfiskaskip og ætla sær at royna eftir makreli, hava gjørt avtalu við Thor um samstarv.
Jacob Vestergaard vísir á, at ísfiskaskip hava fingið tillutað 5.000 tons í eini felagskvotu, og fyri at fáa hendan makrelin til matna, er nærliggjandi, at tey noyðast í samstarv við aðrar.
- Hugsandi er, at Athena og Poseidon kunnu taka fiskin, sum hesi skip fáa, inn við pumpum, og í aðrar mátar hava feløgini eisini tosað um samstarv við reiðskapi, so tað ikki verður ov dýrt hjá ísfiskaskipum at gera hesa royndina.
Jacob Vestergaard sigur seg ikki duga at síggja teir stóru trupulleikarnar við, at Athena og Poseidon, nú tey kortini eru í føroyskum sjógvi, sleppa at fiska 3.250 tons av makreli av eini samlaðari kvotu upp á 85.000 tons.
- Av samlaðu kvotuni, sum vit hava tillutað okkum í ár, eru tað bara 15.000 tons, sum nótaskipini ikki sleppa at fiska. Av samlaðu kvotuni fara so eisini tey tonsini, sum vit lata í býti við aðrar tjóðir í sínámillum fiskiveiðiavtalum, leggur hann aftrat.

Spennandi royndir
Landsstýrismaðurin heldur tað vera sera spennandi, um tað eisini fer at eydnast ísfiskaskipum við teimum 5.000 tonsunum at fáa nakað burtur úr makrelinum í ár.
- Enn vita vit ikki, hvussu hetta fer at tørna út, men jú fleiri ymiskar royndir verða gjørdar, tess meiri áhugavert er, hvussu hesar fara at eydnast.
Jacob Vestergaard leggur dent á, at allur fiskiflotin, sum er og fer á makrelveiði, eigur í størst møguligan mun at fáa fiskin til høldar sum mannaføði.