Stór hotellketa satsar upp á føroyska list

    

Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
????????????????????

Hotell eru alt ov bangin fyri at stoyta nakran frá sær við tí, tey hanga upp á veggin. Vit vilja hava málningar, sum fylla alt rúmið og krúpa inn undir húðina á teimum vitjandi. Og til tað finnur tú neyvan nakað, ið hóskar betur enn málningarnir hjá Kára Svenssyni, sigur Preben Osmann, roknskaparleiðari á Comwellhotellinum í Kolding.
Comwell og listin
Preben Osmann greiðir frá, at tað var mest sum av tilvild, at hann fekk eyguni upp fyri listini hjá Kára Svenssyni. Eg var stokkin inn á gólvið á Galleri Rasmus í Odense, ið júst tá hevði eina framsýning við eini 50 málningum hjá Kára. Eg gjørdist so hugtikin, at eg beinanvegin fekk eina avtalu í lag um, at framsýningin skuldi halda fram á Comwellhotellinum í Kolding. Ikki bara tí at eg helt málningarnar vera ótrúliga hugtakandi, men eisini tí teir vóru so stórfingnir, at eg alt fyri eitt sá fyri mær, at okkara hølir vóru sum skapt til teir.
List hevur altíð spælt ein stóran leiklut í innrættingini av Comwellhotellunum í Danmark, ið eru liðir í stórari hotelketu, sum fevnir um alt Skandinavia. Í 1986 fingu tey hjálp frá kenda danska listamanninum Per Arnoldi at innrætta hotellið í Kolding, og listarliga fingramerkið smæðist ikki burtur. Hølini eru stór og ljós og veggirnir hava fingið teir eyðkendu reyðu, gulu og bláu Arnoldi litirnir.
Føroysk mentanarvika
? Tá avtalan um framsýningina var komin uppá pláss, settu vit okkum í samband við Kára Svensson. Onkur hevði nevniliga frætt, at Kári er ein framúr góður frásøgumaður, so hví ikki fáa hann til Kolding at greiða frá føroyskari list á einum serligum føroyskum listakvøldi? Og áðrenn vit vistu av, hevði hugskotið um tað eina listakvøldið ment seg til eina heila føroyska mentanarviku, har okkara gestir fingu høvi at royna alt frá røstum fiski til skerpikjøt, sum Kári sjálvur skaffaði okkum. Eg má viðganga, at eg ikki hevði væntað tað. Men føroyska sjálvtøkuborðið gjørdist so vælumtókt, at kokkarnir illa fingu fylgt við. Minnist meg rætt, ótu einir 80 gestir á matstovuni hvørt kvøld ta vikuna, og tað er væl meir enn vanligt, greiðir Preben frá.
Eisini á matarlepanum.
? Ert tú fyrst vorðin bitin av málningunum hjá Kára, fært tú ikki slept teimum aftur, heldur Preben fram. Eftir framsýningina keyptu vit fýra av málningunum, sum nú hanga og prýða veggirnar í matstovuni. Men eg eri ikki tann einasti, sum eri hugtikin, tí eftir reaktiónunum at døma kundi eg havt selt teir allar minst 50 ferðir, sigur Preben. Men øll eru vælkomin inn á gólvið at hyggja. Og skuldu tey fingið hug til ein góðan bita, kunnu tey gleða seg til matarseðilin, sum eisini er prýddur við myndum hjá Kára.
Skipaður ørskapur
? Hesir ekspressionistisku málningarnir hava eina villa megi, sum nærum fær motiv og litir at toyggja seg út úr myndini og draga teg við sær inn í hana aftur, hugleiðir Preben. Tað er lætt at skilja, hví so nógv føroysk listafólk fáa íblástur úr náttúruni. Men tað ber ikki til at eftirlíkna kenslurnar, ein føroyingur málar inn í eina náttúrumynd. Eg kenni onkur donsk listafólk, sum javnan ferðast til Føroyar fyri at mála. Og tey koma eisini aftur við vøkrum myndum, ongin ivi um tað, men ein vøkur mynd er also ikki tað sama, sum eitt listaverk.
Ein føroyingur sum Kári Svensson málar ikki myndir av náttúruni. Hann málar vind, luktir og ljóð inn í myndina, so at hon verður ein persónlig tulking av einum ávísum náttúruhuglagi. Og eri eri sanførdur um, at fyri at kunna merkja náttúruna á ein slíkan hátt, mást tú vera uppvaksin við henni. Tað er hendan kenslan, sum gevur føroysku listini tann heilt serliga skipaða ørskapin, vit kenna so væl frá Ingálvi av Reyni og Tróndi Paturssyni, men sum ikki sær minni spennandi út hjá tí yngra ættarliðnum.
So hvør veit - kanska verða tað málningar hjá onkrum av teimum, sum fara at prýða veggirnar á Comwellhotellinum í Kolding í framtíðini, sigur listaáhugaði roknskaparleiðarin at enda.