Jens-Kjeld Jensen hevur gjørt eitt yvirlit yvir tey mest vanligu fuglasløgini, har hann í stuttum lýsir støðuna hjá stovnunum.
Yvirorðnað sæð metir Jens Kjeld Jensen, at støðan hjá nógvum stovnum er sera ring. Hjá nógvum fuglasløgum er støðan tann ringast í nógv ár.
Millum annað meitr Jens Kjeld, at lundin er minkaður við eini 70-80% seinastu 35 árini ella so. Tó var árið í ár tað besta síðan 1997, so møguliga er ein bati at hóma.
Eisini verður nevnt, at bæði náta- og tjaldurstovnarnir eru í minking, um enn árið í ár eisini hevur verið betur enn árini frammanundan.
Allur listin hjá Jens Kjeld kann síggjast á heimasíðu hansara, jenskjeld.info.