Markus Schuler, sum spælir fyri týska felagið Bielefeld, var illur eftir tapið ímóti Eintrach Frankfurt um páskirnar. Eftir dystin royndi hann at sparka bóltin eftir kenda dómaranum Markus Merk, og síðani fór hann yvir til hann og segði: Og so skal ein sovorðin reyv døma í HM.
Merk var eftir øllum at døma tikin á bóli av Schuler, sum rann avstað, eftir at hann hevði sagt orðini, og tí gav Merk honum ikki tað reyða kortið. Hinvegin hevur Merk skrivað eina frágreiðing til fótbóltssambandið um tilburðin.