KA Akureyri var á odda 2-0 men tapti 2-3

Nú verður torført hjá Jóan Símuni Edmundssyni og liðfeløgunum at røkka ovara endaspælinum

Jóan Símun Edmundsson var við frá dystarbyrjan, og hann var á vøllinum í 76 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í KA spældu dyst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í Garðabær, har Stjarnan tók ímóti.

 

Jóan Símun og liðfelagarnir kunnu iðra seg. KA var á odda 2-0 eftir 51 minuttirs spæl, men Stjarnan megnaði at venda 0-2 til ein 3-2 sigur. 

 

Tað sum sveið mest hjá KA var, at sigursmálið hjá Stjörnuni var skotið sjey minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Stjarnan-KA 3-2 (0-1)

0-1 Hallgrímur Mar Steingrímsson, br. ('45 )

0-2 Birnir Snær Ingason ('51 )

1-2 Benedikt V. Warén ('74 )

2-2 Andri Rúnar Bjarnason, br. ('80 )

3-2 Guðmundur Baldvin Nökkvason ('90+7 ) 

 

KA er nú bert ein dystur er eftir at leika í grundspælinum tvey stig frá at røkka sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið. 

 

Sunnudagin 14. september hevur KA heimadyst móti Vestri. ÍBV hevur 28 stig á sætta plássinum, Vestri hevur 27 stig á sjeynda plássinum, og KA hevur 26 stig á áttanda plássinum. So har skal nógv ganga rætt hjá KA um teir skulu tryggja sær sætta plássið. Fyrsta treytin er so, at teir vinna á Vestri. 

 

Víkingur Reykjavík - uttan Gunnar Vatnhamar í hópinum - leikti javnt 2-2 móti Breiðablik á Víkingsvøllinum. Víkingur er eitt stig aftanfyri oddaliðið, Valur. Valur hevur 40 stig, og Víkingur hevur 39 stig. 

 

Sunnudagin 14. september hevur Víkingur útidyst móti gamla stórliðnum, KR.