Ummælarnir frá eitt nú Politikken, Berlingske, BT og Jyllands-Posten eru øll samd um at geva donsku røðini 'Borgen' toppkarakter. Borgin er ein donsk dramasendning, sum snýr seg um politiska samanspælið á Borgini á ein fiktivan hátt. í gjárskvøldi var fyrsti partur í øðrum umfari á føroyskum skíggja, ummælararnir vóru rósandi, heili 4 og 5 stjørnur vóru givnar av størstu bløðunum.
- Ongantíð áður hevur nøkur røð verið so aktuell og beinrakin sum Borgin var í gjárskvøldið, ljóðar frá eitt nú Birgitte Grue, sum skrivar fyri BT. Hon sipar allarhelst til danska fólkatingsvalið, við Helle Thorning-Schmidt sum statsministara.










