Spania í HM-finaluni

Spanska manslandsliðið í hondbólti hevur júst tryggjað sær annað plássið í HM-finaluni við at vinna á Slovenia.

 

Spaniumenn settu seg á dystin longu frá fyrsta bríksli, og hóast teir bara vóru á odda 13-12 í steðginum, var tað alla tíðina greitt, hvønn veg tað bar.

 

Í seinna hálvleiki kom týðiliga til sjóndar, at tann smali slovenski hópurin kundi ikki gera nakað við tann spanska, sum hevði munandi fleiri streingir at spæla uppá, samstundis sum Stebik í tí spanska málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Endin varð, at Spania vann dystin við 26 málum ímóti 22 og tryggjaði sær pláss í finaluni á heimavølli.

 

Seinni í kvøld verður hin hálvfinalan ímillum Danmark og Kroatia.