Spakin settur í at útbyggja svimjihøllina

Í sjey mánaðir verður svimjihøllin í Klaksvík vegna munandi umvælingar

Nú verður sett full megi á, og í eini sjey mánaðir verður svimjihøllin í Klaksvík stongd vegna munanid umvælingar av eitt nú umklæðingardeildini.

 

Í morgun møttu borgarstjórin, Jógvan Skorheim og forkvinnan í Mentanarnevndini, Signhild V. Johannesen upp við svimjihøllina í samband við, at skjøtul nú verður settur á, at øll vestursíðan á Svimjihøllini skal nýgerast og víðkast. Her verða nýggjar umklæðingardeildir, móttøka, vælverurúm, og eitt lítið kaféumhvørvi.

 
Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðari og umboð fyri NH Betong Sp/f, sum standa fyri um- og útbyggingini, møttu upp til hátíðarløtuna í morgun, tá ið Signhild V. Johannesen, forkvinnan í Mentanarnevndini setti fyrsta spakan í – “So nú er greitt at byrja”, segði hon við einum smíli, eftir at hava loyst fyrsta flagið. Kristian Rasmussen, verkfrøðingur hevur byggiharraeftirlitið fyri Klaksvíkar kommunu.

 
Seinastu árini hevur Klaksvíkar Kommuna stigvíst umvælt og nýgjørt Klaksvíkar Svimjihøll við eitt nú 47 m langari øku, heittvatnsumhvørvi, heilsuklivum, o.ø. so hon er blivin nakað av tí mest áhugaverda og spennandi, sum Klaksvík hevur at bjóða.

 
Um ikki so drúgva tíð letur svimjihøllin upp aftur við nýmótans umklæðingardeild har onnur tilboð eisini verða veitt í einum enn meira áhugaverdum og spennandi baðilandi.
 

Tíðarætlanin fyri at gera alla umvælingardeildina av nýggjum er mett til 7 mánaðar. Tí kunnu vit rokna við at latið verður upp í eini enn meira innbjóðandi Svimjihøll í Klaksvík um hálvan mai komandi ár, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í morgun, sum fegnaðist um stóra framstigið.
 

Síggi fleiri myndir í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER