Innan næstu mánaðirnar skulu føroyingar á bæði løgtingsval og fólkatingsval. Meðan vallutøkan til løgtingsval er rættiliga høg, hon liggur upp móti 90 prosent, er vallutøkan til fólkatingsval munandi lægri. Á fólkatingsvalinum fyri fýra árum síðan vóru tað einans 65,6 prosent av føroysku veljarunum, ið settu kross á valdegnum.
Stjórnmálafrøðingurin Uni Holm Johannesen hevur bæði gjøgnum sítt yrki sum journalistur og síni útbúgving fylgt væl við í kjakinum um føroysku fólkatingsumboðini og lunkaða áhuganum hjá føroyska veljarafjøldini at fara á val, tá umboð skulu sendast á Christiansborg.
Í høvuðsritgerðini, ið hann lat úr hondum á Syddansk Universitet fyri trimum árum síðan, var evnið lítla valluttøkan í Føroyum til fólkatingsval og hugburðin hjá føroyskum flokkunum mótvegis teimum báðum føroysku sessunum.
Hann vísir á, at ymsar orsøkir liggja til grund fyri, at fólkatingsval ikki hevur somu støðu millum veljarafjøldina sum løgtingsvalið, harav tann fyrsta er manglandi ávirkan á okkara gerandisdag.
- Tað hevur at kalla onga ávirkan á gerandisdagin hjá okkum í Føroyum, um fólkatingsumboðini eita Annika, Edmund, Sjúrður ella Magni. Tað er løgtingið, sum ger lógirnar, sum eru galdandi í Føroyum. Ikki Christiansborg. Og tað eru landsstýrið í Tinganesi og stjórnin á Christiansborg, sum gera avtalur um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Ikki fólkatingsumboðini, sigur stjórnmálafrøðingurin.
At 65,6 prosent av føroysku veljarunum kortini valdu at fara á val seinast er tí, at veljarin hevur tí fatan, at hóast valið ikki er týdningarmikið fyri okkum, so er tað ein fólkaræðislig skylda at brúka okkara atkvøðurætt, vísir Uni á.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Una Holm Johannesen um lunkaða áhugan fyri fólkatingsvalinum í Vikuskiftis-Sosialinum, har temaið hesaferð er Fólkatingsval. Til ber at keypa Sosialin í sølubúðum kring landið. Eisini ber til at keypa og lesa blaðið talgilt her.