Sosialurin: 10 ung eru lívsfarlig

Eftir øksarálopið vaknaðu myndugleikarnir við ein skelk

Í mai í fjør endaði ein veitsla í vardum bústaði hjá Almannaverkinum við einum álvarsligum øksarálopið, sum mundi kostað einum manni lívi. Í dag eru tveir ungir menn í Føroya rætti ákærdir fyri drápsroynd. Ein teirra búði hjá Almannaverkinum á Íslandsvegnum, tí hann varð dømdur av Føroya rætti at fara í viðger hjá tí almenna. 

 

Tá øksarálopið hendi ásannaði Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, at føroyska samfelagið ikki hevur umstøðurnar til at lofta hesum ungu fólkunum. 

 

Men hvørji eru hesi ungu kriminellu, sum vit so mangan áður hava hoyrt um? Í Vikuskiftis Sosialinum í dag kanst tú lesa meira um hesu ungu fólkini, sum ferð eftir ferð enda í trupulleikum. Tú kanst lesa hvat tey stríðast við, og hvat tey ungu sjálvi halda tey hava tørv á. Tí eitt er vist - samfelagið hevur ikki ráð til at lata vera við at hjálpa hesum ungu, sum ferð eftir ferð enda í álvarsligum kriminaliteti. 

 

Vikuskiftis Sosialurin er í handlum kring landið í kvøld. 

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið í kvøld – og kann keypast í talgildari útgávu á www.sos.fo