Fyri fyrstu ferð síðani fólkatingsvalið í september gevur ein meiningakanning teimum donsku sosialdemokratunum framgongd. Kanningin, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, vísir, at sosialdemokratarnir høvdu fingið 22,9 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið nú. Í seinastu kanning fekk flokkurin 20,4 prosent.
Enn restar tó nakað í til at røkka sama úrsliti sum á valinum tann 15. september, tá flokkurin fekk 24,8 prosent.
Samanlagt gevur kanningin hjá Voxmeter flokkunum aftan fyri verandi stjórn 46,4 prosent av atkvøðunum og andstøðuni 53,3 prosent. 0,3 prosent svara, at tey høvdu ikki valt nakran flokk. Í tingmannabýti gevur kanningin stjórnini og Eindarlistanum 81 tinglimir og andstøðuni 94. Samanborið við síðstu kanning hava stjórnarflokkarnir og Eindarlistin fingið ein tingmann afturat.









