Vinnulív
Tað var Sosialurin, sum var fyrstur við tíðindunum um, at línuskipið, Fugltúgvan, sum P/F Torvanes á Eiði átti, stóð til sølu á einum pela norðuri á Eiði.
Tað var ein lesari, sum gjørdi vart við hetta. Hann helt tað vera undarligt, at eitt skip, sum Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið á Eiði áttu, skuldi lýsast til sølu á einum pela í bygdini og onga aðrastaðni.
- Hetta er eitt skip, sum er vert einar 12 miljónir krónur og sum borgararnir í kommununi eiga. Tí átti skipið, um tað skal seljast, at verið lýst alment.
Lesarin helt, at ein orsøk til, at eigararnir høvdu avgjørt at "lýsa" skipið á henda hátt, var, at tað ætlandi ikki skuldi skifta heimstað, men vera verandi á Eiði.
Hann vísti á, hvønn hann helt, at kommunan helst vildi hava sum keypara, og nú sølan er avgreidd, eiga teir skipið, sum hann skjeyt upp á, nevniliga Jóhan Páll Joensen og Jóhan Dávid Joensen.
Ein sorgarleikur
Tað vóru Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið á Eiði, sum áttu hvør sína helvt í felagnum, ið átti Fugltúgvuna.
Tordur J. Niclasen, borgarstjóri, sigur, at hann hevur onga viðmerking til søluháttin, ei heldur til praktiska partin av søluni, sum Eyðfinnur Jacobsen, sakførari, tók sær av vegna eigararnar.
Hann vil heldur einki siga um, hvørt semja var í bygdaráðnum og arbeiðsmannafelagnum um at selja og søluháttin annars.
Tordur sigur seg tó vegna kommuna og fólkð í kommununi vera sera fegnan um, at Fugltúgvan ikki skifti heimstað, men verður verandi í økinum.
- Eg haldi, at tað er ein skilagóð avgerð, sum bygdaráðið og arbeiðsmannafelagið hava tikið. Línuskipið, Morgunstjørnan, varð selt av bygdini millum jól og nýggjárs, tá ið toftamenn keyptu skipið. Eg haldi, at tað hevði verið ein sorgarleikur, um hetta seinasta línuskipið í økinum eisini flaggaði av bygdini.
Hann vísir á, at á Norðís, sum er størsta arbeiðspláss í Eiðis kommunu, eru eini 50 ársverk og í tíðum sum hesum, tá ið vinnutól skifta eigara og kapping er um ráfiskin, hevur tað stóran týdning, at Fugltúgvan undir marknaðartreytum framhaldandi kann vera ein partur av rávørugrundarlagnum undir virkinum.
Raskir fiskimenn
Borgarstjórin fegnast tó um, at fiskimenn í kommununi hava havt høvi at fylgt við teimum skipum, sum seld eru av bygdini, og í hesum sambandi nevnir hann í fyrsta lagi Morgunstjørnuna og Sigmund, sum fyri umleið tveimum árum síðan eisini endaði á Toftum.
- Vit eiga nógvar raskar fiskimenn í kommununi, og tað er at fegnast um, at hesir hava havt møguleikar at fylgt við skipunum, sigur Tordur.
Borgarstjórin vísir á, at eiðismenn eiga fleiri útróðrarbátar og raskar útróðrarmenn, men línuskipið, Fugltúgvan, sum hevur roynst væl í fiskiskapi, er seinasta skipið, sum er heimahoyrandi í kommununi.
- Við søluni til P/F Norðís, sum Jóhan Páll Joensen og Hans Dávid Joensen eiga saman við einum partafelag á Eiði, verður Fugltúgvan verandi í økinum, og tað síggi eg sum ein stóran fyrimun fyri okkara størsta arbeiðspláss.
Tordur J. Niclasen vísir á, at landsstýrið áður hevur gjørt vart við, at tað neyvan er í tráð við kommunulógina, at Eiðis kommuna rekur skip, men hann ásannar, at landsstýrið kortini ikki hevur kravt av kommununi, at hon slapp sær av við skipið.
- Men eg eri fegin um hesa loysnina, soleiðis sum hon fyriliggur í dag, sigur borgarstjórin á Eiði.










