Sonni og Jerv siga heilt hvør sína søgu

Føroyski landsliðsspælarin sigur, at tað var hann sjálvur, sum í gjár avgjørdi, at hann ikki fer til Noregs at spæla

Nú hevur føroyski landsliðsspælarin Sonni Ragnar Nattestad sagt sína søgu um, hví sáttmálin millum hann og FK Jerv, ið varð kunngjørdur tíðliga sunnudagin, sunnukvøldið varð strikaður, og talan er um heilt aðra søgu enn hana, sum norska felagið segði í gjárkvøldið og hevur endurtikið í dag.

 

FK Jerv segði í gjárkvøldið, at felagið hevði tikið stig til at strika sáttmálan, eftir at felagið varð kunnað um, at Sonna Ragnar Nattestad ikki var møttur at vitna í rættinum í Noregi, tá ið hann fyri skjótt trimum árum síðani umboðaði Molde. Felagið vil vera við, at avgerðin hjá føroyska spælaranum um heldur at spæla vinardyst við Fredericia, sum hann akkurát tá var farin at umboða, heldur enn at møta í rættinum, var so nógv ímóti tí, sum felagið stendur fyri, at tað bar ikki til at hava Sonna Ragnar Nattestad millum spælararnar.

 

Samstundis ásannaðu ábyrgdarmenninir í felagnum, at teir ikki høvdu kannað viðurskiftini kring føroyska landsliðsspælaran nóg væl, áðrenn teir skrivaðu undir, og at teir iðraðu seg um avgerðina at knýta føroyska spælaran at felagnum, tá ið ferðslan og atfinningarnar á sosialu miðlunum um sáttmálan tóku seg upp, eftir at felagið hevði kunngjørt, at Sonni Ragnar Nattestad nú fór at umboða FK Jerv. Tá var tað, at felagið í gjárkvøldið og nakrar tímar eftir, at partarnir høvdu undirskrivað sáttmálan, boðaði umboðsmanninum hjá Sonna Ragnar Nattestad frá, at sáttmálin varð strikaður.

 

Í dag hevur Sonni Ragnar Nattestad sagt sína søgu fyri norska vg.no, og í kvøld endurtók hann søguna fyri útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Og søgan hjá føroyinginum er heilt øðrvísi, enn hon er hjá FK Jerv og í norskum og donskum miðlum.

 

-Tað var eg, sum boðaði FK Jerv frá, at eg hevði gjørt av ikki at flyta til Noregs og felagið. Tað gjørdi eg, eftir at nógva skrivingin tók seg upp um hetta rættarmálið. Eg havi ikki hug at fara til Noregs og aftur og aftur at svara spurningum um rættarmálið, sum eg ikki havi gjørt nakað skeivt í. Talan var um misskiljing, tá ið eg ikki møtti í rættingum at vitna, og tá ið eg boðaði frá, at tað bar mær til at møta í rættinum, fekk eg at vita, at rættarmálið var útsett, sigur Sonni Ragnar Nattestad við vg.no og útvarpið hjá Kringvarpinum.

 

Sonni Ragnar Nattestad er ikki knýttur at nøkrum felag, men hann sigur seg ikki kvíga fyri, at hann verður arbeiðsleysur fótbóltsspælari:

 

-Tað eru aðrir møguleikar, men nú fari eg ikki at spæla fótbólt í Noregi, sigur Sonni Ragnar Nattestad, sum í vg.no verður endurgivin fyri at siga, at atburðurin hjá FK Jerv í gjár er tað láturligasta, sum hann hevur verið við til.

 

Rættarmálið snýr seg um neyðtøku av ungari gentu, ið Babacar Sarr, sum var liðfelagi hjá Sonna Ragnar Nattestad í Molde, er ákærdur fyri. Sonni Ragnar var vitni í tingrættinum, har Babacar Sarr varð frífunnin í 2018. Ákærin skeyt málið inn fyri hægri rætt, og tá var tað, at sakin varð útsett, tí tann ákærdi og Sonni Ragnar Nattestad, ið varð roknaður at vera lyklavitni, ikki møttu upp. Babacar Sarr flutti til Russlands og síðani Saudi Arabia at spæla, og nú er hann horvin og eftirlýstur.