Soleiðis ljóðaði tað tá Víkingur vann stórsteypið

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá málunum í stórsteypadystinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá beinleiðis frásøgnini hjá Rás2 frá stórsteypadystinum millum Víking og KÍ, har Tróndur Arge segði frá, og Oddbjørn Joensen var viðmerkjari.

 

Á ljóðbrotinum hoyrist frásøgnin av teimum trimum málunum í dystinum, sum Víkingur vann 2-1, og harvið vann stórsteypið til ognar.

 

Komandi vikuskiftið byrjar effodeildin. KÍ tekur ímóti Skála, og Víkingur tekur ímóti B36.