So lættliga svika tey í tennis

New York Times hevur fingið innlit í hvussu avtalaða spælið gongur fyri seg.

 

Tað eru nú meiri nágreiniligar upplýsingar komnar undan kavi, eftir at BBC og Buzzfeed herfyri avdúkaðu, at tennis-ítrótturin er meint raktur av avtalaðum spæli, har tennisspælarar fáa pening fyri at tilvitað lata seg tapa.


Ben Rothenberg, sum er miðlamaður hjá New York Times og serliga tekur sær av tennis, hevur fingið serligt innlit í hvussu ólógligi leikurin fer fram handan leiktjøldini. Tað hevur ein russiskur bakmaður syrgt fyri.

 

Les eisini: Avtalað spæl rakar eisini Norðurlond

 

Russiski bakmaðurin greiðir frá, at tað ber til hjá teimum at keypa leikarar at tilvitað lata seg tapa ein leik, eitt sett ella ein heilan dyst. Kostnaðurin var alt eftir hvørja kapping talan var um, og hvat teir skuldu lata seg tapa.


- Hann greiddi frá, at prísirnir vóru sum á einari matarskrá. At keypa eitt servubreak í eini Future-kapping kostaði ímillum 300 og 500 dollarar, eitt sett ímillum 1000 og 2000 dollarar og ein dystur kostaði ímillum 2000 og 3000 dollarar, skrivar Rothenberg.

 

Les eisini: Djokovic kennist við gøluna


Eiheldur tær stóru kappingarnar sleppa undan avtalaðum spæli. Russiski bakmaðurin sigur, at her kunnu upphæddirnar lættliga røkka 100.000 dollarum. Heimsins besti, Novak Djokovic, hevur áður sagt, at hann einaferð fekk bjóðað 200.000 dollarar fyri at lata seg tapa ein dyst.