So eru Gunnar og liðfelagarnir fremst í Íslandi

Víkingur Reykjavík vann sannførandi heimasigur

Tað eru liðini hjá Gunnari Vatnhamar og Patriki Johannesen, Víkingur Reykjavík og Breiðablik sum kapprenna um íslendska meistaraheitið.

 

Nú fýra umfør eru eftir at leika í endaspælinum hava bæði liðini 52 stig hvør. Víkingur hevur betri málmun og er tí oddalið.

 

Í kvøld spældi Gunnar allan dystin, tá Víkingur á Víkingsvøllinum vann sannførandi 3-0 sigur á FH.

 

Víkingur Reykjavík-FH 3-0 (1-0)

1-0 Helgi Guðjónsson ('13)

2-0 Helgi Guðjónsson ('73)

3-0 Viktor Örlygur Andrason ('90)

 

Komandi sunnudag klokkan 15 tekur FH móti Breiðablik á heimavølli. Sama kvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur dyst á útivølli móti Vali.

 

Í seinasta umfarinum 27. oktober møtast Víkingur Reykjavík og Breiðablik á Víkingsvøllinum í tí sum sannlíkt verður finalan um meistaraheitið.